Tveir føroyingar í íslendskum bólki heilsa føroyingum

Íslendski bólkurin Molda hevur sent eina heilsan, og kanska eru tað serliga teir báðir limirnir, ið eru av føroyskari ætt, ið eru høvuðsorsøk til tess.

Teir í Molda skriva soleiðis:

Hey hey góðu landsmenn og frændur.

Vit eru eitt rokk-orkestur frá Vesmannaeyjum í Íslandi, sum eitur

Molda, sum bleiv stovnað í mars í 2020.

Vit skriva og spæla okkara egna tónleik, og eru í holt við okkara triðja lag "Ymur jørð".

Nú er tað byrjað at gjósa í Íslandi, so vit hildu at vit skuldu geva hetta lagið út nú.

Lagið er um eldgosið í Vestmannaoyggjumí 1973.

 

Vít eru á Spotify, Facebook og Instagram.

Tveir limir í bólkinum eru Føroyingar, og eru slektaðir úr Fuglafirði og eru systkinabørn.

Teir eru Albert Snær Tórshamar, sangari, og Helgi Rasmussen Tórshamar, gitar.

Aðrir limir eru Þórir Rúnar Geirsson, bass, og Birkir Ingason, trummur, - teir báðir eru íslendingar.

 

Nýggji sangurin okkar " Ymur jörð " hevur verið spaldur í íslenska útvarpinum.

Vinarliga bestu heilsanir frá Vestmannaoyggjum.

 

Facebook : https://www.facebook.com/TheBandMolda

Spotify : Molda

Instagram : https://www.instagram.com/thebandmolda/