Magnus Jákupsson og Frans Johannesen eru úttiknir á danska landsliðið til HM-kappingina, sum verður í Kanada 6. til 11. desembur, boðaði KVF frá í morgun. Tilsamans eru 16 svimjarar við á danska landsliðnum, milum annað Jeanette Ottesen, sum kom í finaluna í OL fyrr í ár. Pernille Blume, sum vann gull í OL, hevur biðið sær frí frá hesi kappingini.
Magnus Jákupsson umboðar Farum Svømmeklub, meðan Frans Johannesen svimur fyri Svømmeklubben Triton Ballerup.
Væl hevur gingist hjá Magnusi Jákupssyni seinasta árið. Í DM í stuttgeil í fjør vann hann trý gullheiðursmerki og í Danish Open fyrr í ár vann hann tvey gullheiðursmerki og setti nýtt danskt met á 50m rygg. Tað er eisini í 50m rygg og 100m rygg, at hann skal royna seg í Kanada, segði hann við Kringvarp Føroya í morgun.
Frans Johannesen luttók fyrr í ár í Reykjavík International Games, har fleiri føroysk svimjifeløg eisini luttóku. Hann vann fýra gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki. Sum skilst er ætlanin, at Frans Johannesen skal luttaka í 4x200 m frísvimjing hjá monnum.
Magnus Jákupsson hevur síðani 2012 valt at umboða danska landsliðið. Hann flutti til Danmarkar orsaka av, at venjingarumstøðurnar í Gundadali ikki vóru nøktandi. Frans Johannesen er føddur og uppvaksin í Danmark, men foreldrini eru føroysk.