Tveir fingu treytaða frádøming av koyrikorti

Ferðslupatrulja hjá løgregluni hevur aftur verið úti og mált ferðina

Tá løgreglan í gjár máldi ferðina í Kollafirði, vórðu tveir bilførarar máldir at koyra koyra so mikið skjótt, at teir standa til treytaða frádøming av koyrikortinum.

Annar bilurin varð máldur at koyra 118 og hin 117 km um tíman. Í tí seinna førinum hevði bilførarin harumframt als ikki koyrikort at koyra bil í Føroyum. Talan var um útlending, sum ikki hevði fingið síni koyrikortsviðurskifti í ordan, eftir at hann var fluttur til Føroya, sigur vaktleiðari á politistøðini.

Personur var úr ein landi, har koyrikortið ikki er gyldugt, og har tað krevur, at hann fekk sær nýtt koyrikort, tá han flutti til Føroya.

Nú verður hann noyddur til nýggja koyriroynd fyri at fáa koyrikort, sum er galdandi í Føroyum.