Tey morgunfrísku kunnu hoyra beinleiðis frásøgn frá tveimum U19 NEVZA flogbóltslandsdystum fyri U19 lið tíðliga sunnumorgunin.
Í morgin klokkan sjey á morgni føroyska tíð spæla føroysku kvinnurnar móti Onglandi. Klokkan níggju, stutt aftaná kvinnudystin spæla føroysku mennirnir móti Onglandi.
Dystirnir vera spældir í Finnlandi.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá báðum dystunum á FM1.
FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7; FM 91,7; FM 93,9; FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður við umboð fyri tey føroysku liðini, og møgulig hæddarpunkt koma út á in.fo.
FM1 hevur ongantíð áður sagt so tíðliga frá einum ítróttardysti áður.