Tað fyrra málið var í Norðragøtu um 22.30 tíðina í gjárkvøldið, har ein bilur varð steðgaður, og tað vísti seg, at førarin blásti út yvir tað loyvda. Hann varð tí handtikin og blóðroynd tikin. Síðani varð hann leyslatin aftur við eini skuldseting fyri rúsdrekkakoyring.
Tað seinna málið var í Kollafirði í morgun, har ein bilførari koyrdi í autoverjuna á Kjalnestanga. Løgreglan kom á staðið, og tað vísti seg, at bilførarin var drukkin. Hann var tí handtikin og eisini har blóðroynd tikin og síðani leyslatin við eini skuldseting um rúsdrekkakoyring.