Tveir mans á bláman

Blá blunk á bryggjuni í Vági loyptu óivað hvøkk á onkran, men talan var um bjargingarroynd

Klokkan 19 í kvøld vóru blá blunkljós at síggja á bryggjuni í Vági.

 

Talan var um hampuliga stóra venjing hjá bjargingarliðum í oynni, sløkkiliði, sjúkrahúsi og løgreglu.

 

Pallmyndin var sett. Tveir persónar lógu á sjónum, og annar teirra var lívleysur. Bjargingarfólk lupu á bláman til neyðstøddu persónarnar, og løtu seinni kom bjargingarbátur, og persónarnir vórðu fingnir upp í bátin, og víðari upp á bryggjuna.  Har stóðu lívbjargarar og sjúkrabilur til reiðar.

 

Í stuttari viðmerking søgdu leiðarar beint eftir venjingina, at alt gekk sum tað átti, og at sum heild vóru fyriskipararnir nøgdir við avrikini hjá luttakarunum.