Tveir mans royndarvenja í B36

Árstalsfelagið í Havn fer møguliga at gera avtalu við tveir útlendskar leikarar, ið skulu styrkja um hópin hjá B36

B36 ætlar sær ikki einki í ár. Felagið hevur longu nú havt stóra tilgongd av berandi leikarum, so sum Ronnie Samuelsen, Egil á Bø, Johannes Joensen og Jens Erik Rasmussen. Nú eru tveir mans afturat møguliga á veg í tann frammanundan sera sterka hópin hjá B36.

Danskur málverji leikti venjingardyst mikukvøldið
Tá ið B36 mikukvøldið leikti venjingardyst móti skálamonnum í Gundadali, var ein nýggjur maður millum stengurnar. Talan var um danan, Henrik Bødker, ið spælir við danska felagnum Lyngby. Sambært formanninum í B36, Kristian á Neystabø, royndist málverjin væl, og í B36 halda tey, at hann tykist verða ein góður málmaður. Árstalsfelagið hevur altíð havt tríggjar málmenn til tey bæði liðini í teimu báðum ovastu deildinum, og tá nú Magnus Poulsen er givin, noyðast teir at fáa ein nýggjan málmann, sigur formaðurin í B36.
Enn hevur leiðslan í B36 tó ikki gjørt av, um Henrik Bødker fær nakað tilboð um sáttmála, tí hann skal venja nakrar ferðir afturat, áðrenn leiðslan og venjarin í felag taka støðu til, um danin er ein styrkur fyri felagið.
Í gjár skuldi ein brasilianskur miðvallaleikari eisini koma til B36 at royndarvenja, men tá ið vit tosaðu við Kristian á Neystabø, var flogfarið við honum í ikki lent, og tískil var ógreitt nær brasilianin kom. Talan er um ein framsøknan miðvallaleikara, ið áður hevur leikt við danska superligafelagnum Frem. Kristian á Neystabø leggur tó afturat, at B36 hevur eitt gott lið sum er, men tað er altíð gott at hava ein breiðan hóp, sum gevur venjaranum nógvar møguleikar, sigur formaðurin í B36.