Tveir menn vístir av landinum fyri stuldur

Tveir menn vóru í Føroya Rætti í gjár dømdir fyri stuldur. Menninir, sum vóru útlendingar, vóru samstundis vístir úr Føroyum.

 

 

Føroya Rættur viðgjørdi í gjár eitt mál, har ið tveir menn úr Póllandi vóru ákærdir fyri stuldur. Menninir vóru ákærdir fyri í felag at hava stolið amboð fyri umleið 50.000 krónur. Menninir høvdu m.a. stolið frá arbeiðsgevaranum. 

Annar maðurin játtaði seg sekan, meðan hin noktaði. Báðir menninir vóru tó í einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í gjár dømdir sekir og fingu 60 daga lutvíst treytaða fongsulsrevsing hvør. Afturat fongsulsrevsingini blivu menninir útvístir úr Føroyum við einum innferðarbanni í trý ár. 

Báðir menninir tóku við dóminum. 

Menninir sita nú í varðhaldi til teir verða vístir av landinum.