Tveir mótsstøðumenn hjá Føroyum eru ivasamir til EM

Tveir leikarar hjá Noregi stríðast við at gerast klárir til EM-endaspælið í hondbólti

Gøran Søgard Johannesen er annar av norsku leikarunum, ið er ivasamur til EM-endaspælið

13. januar spæla Føroyar annan dystin í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum. Mótstøðuliðið hjá Føroyum í Berlin hetta leygarkvøldið verður Noreg.

 

Norska hondbóltslandsliðið er í Danmark í hesum døgum fyri at kappast í Golden League, har Danmark, Niðurlond og Egyptaland vera mótstøðuliðini.

 

Tveir lyklaleikarar hjá Noregi, Gøran Søgard Johannesen og Magnus Abelvik Rød, ið báðir spæla við Kolstad, ið er í bólki saman við THW Kiel í Champions League eru báðir ivasamir.

 

Norski landsliðsvenjarin, Jonas Wille vónar sambært norska TV2, at Gøran Søgard Johannesen og Magnus Abelvik Rød kunnu vera klárir til dystirnar í innleiðandi bólkaspælinum móti Pólandi, Føroyum og Slovenia.

 

 

 

Gøran Søgard Johannesen er annar av norsku leikarunum, ið er ivasamur til EM-endaspælið