Tveir sigrar, ein javnleikur og eitt tap til føroyingaliðini

Ajax hevur framvegis fyrsta stigið til góðar í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum

 

Fýra føroyingalið í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru í leiki í kvøld.

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á útivølli ein góðan 32-29 sigur á Nykøbing Falster. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 17-15.

 

Jana skoraði tvey mál.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing leiktu á útivølli javnleik 27-27. 

 

Tað kunnu Rakul og liðfelagarnir iðra seg um. Tí í steðginum var Ringkøbing á odda 15-8. Móti endanum var Ringkøbing á odda 27-25, men tær megnaðu ikki at halda fast.

 

Rakul hevði í málinum eitt bjargingarprosent upp á 32,4 prosent. Millum bjargingarnar hjá Rakul var eitt brotskast.

 

Brynhild Pállsdóttir, Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax hava framvegis fyrsta stigið til góðar aftaná seks teir fyrstu dystirnar í kappingini. 

 

Í kvøld tapti Ajax 22-28 fyri Horsens á útivølli. Í steðginum var Horsens á odda 14-10.

 

Brynhild skoraði tvey mál, og Súna skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál. 

 

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn vunnu á heimavølli stórsigur 36-24 (22-13) á Bjerringbro.

 

Støðan (soccerstand.com): 

 

##med2##