Tveir sigrar í Gundadal

Feløgini, sum halda til í Gundadali, hava í kvøld tryggjað sær trý stig í part afturat.

HB hevur vunnið 3-1 á VB/Sumba, og B36 hevur vunnið 3-0 í Gøtu. Bergur Midjord staðfesti B36 sigurin.

B36 hevur eftir sjey umfør 16 stig, og HB hevur eftir sjey umfør 13 stig.