Tveir skoraðu sjálvmál á Argjum

1.DEILD: Hóast NSÍ tíðliga í seinna hálvleiki var frammanfyri 2-0, so eydnaðist tað AB at svara aftur og javna

Í fjør flutti AB niður úr bestu deildini, og argjamenn, sum hava Dimitrije Jakovic við stýrisvølin, fjala ikki, at teir so avgjørt og sum skjótast ætla sær at flyta upp aftur í bestu deildina.

Í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur AB átt heimavøll, men tað hevur ikki hilnast so væl. Í fyrsta umfari endaði tað við 1-0 tapi ímóti Skála, og í øðrum umfari endaði tað 2-2 ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.

Tíðliga í seinna hálvleiki var tað lítið og einki, sum bendi á, at tað yvirhøvur fór at eydnast AB at vinna stig.

NSÍ legði seg á odda 1-0 og 2-0 í 51. og 57. minutti. Fyrra málið var sjálvmál, sum AB miðverjin Teitur Jóannesarson gjørdi. Hann er aftur á Argjum, eftir at hann trý tey seinastu árini hevur spælt við FC Hoyvík.

Seinna NSÍ málið skoraði 20 ára gamli Jógvan Højgaard, sum áður hevur skorað trý mál í næstbestu deildini – eitt í 2018 og tvey í fjør.

Tá sá ikki væl út hjá AB, sum tó fótaði sær beinanvegin. Bartal S. Petersen minkaði um munin til 2-1 tveir minuttir eftir, at AB hevði økt um leiðsluna til 2-0, og átta minuttir undan leikloki var aftur sjálvmál. Tá var tað Meinhard Geyti hjá NSÍ, sum var óheppin at seta bóltin í sítt egna mál.

Eftir tvey umfør hevur NSÍ fýra stig, og AB hevur eitt stig.

Í triðja umfari skal AB fríggjakvøldið spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og NSÍ fær leygardagin vitjan av FC Suðuroy.