Tveir tilburðir av koronu í gjár

Báðir tilburðirnir eru í eini kendari smittuketu

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Báðir tilburðir eru partur av kendari smittuketu. 

 

Í gjár vórðu 706 kanningar gjørdar og allar eru greinaðar. Tilsamans eru nú 298.641 kanningar gjørdar í Føroyum.

 

Tilsamans hava nú 768 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. 755 fólk eru staðfestir frísk aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Í løtuni eru 12 persónar smittaðir við koronu, sigur landslæknin.