Tveir triðingar av lærarunum ónøgdir við kt-støðuna

Lærarar meta seg hava stóran tørv á førleikamenning innan kt-økið, og bert ein triðingur letur væl at umstøðunum at brúka kt í undirvísingini í føroysku skúlunum 33 prosent av lærarunum nýta ikki kt í undirvísingini, og meiri enn helvtin av lærarunum, 60 prosent, meta seg ikki kunna menna kt-førleikarnar hjá næmingunum í stóran mun. Meðan ein triðingur sigur seg vera nøgdan, eru tveir triðingar av lærarunum ónøgdir við umstøðurnar at brúka kt sum ein part av undirvísingini í føroyskum skúlum.

Eisini eru tað framvegis lærarar, sum ikki hava atgongd til internet á skúlunum, og tað er als ikki nøktandi.

Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í einari on-line spurnarkanning, sum Gallup gjørdi fyri KT-depilin í mai 2008, har 750 lærarar úr fólka- og miðnámsskúlunum svaraðu spurningum um kt-brúk. Teir flestu, sum svarðaðu, ella 69 prosent, arbeiða í fólkaskúlanum.

Í kanningini verður sagt, at 96 prosent av lærarunum í øllum aldursbólkum søgdu seg brúka teldu til skúlaarbeiði. 25 prosent nýta bara egna teldu til skúlaarbeiði, og 24 prosent bara telduna í skúlanum.

Ein orsøk til, at lærararnir eru ójavnt fyri sigst vera, at kommunurnar raðfesta kt ymiskt.

Kanningin staðfestir eisini, at nøgdsemi er lítið, tá tað snýr seg um umstøðurnar hjá næmingunum at nýta kt í skúlunum. Bert 28 prosent av lærarunum siga umstøðurnar vera hampiligar, 17 prosent, at tær eru minni góðar, 17 prosent, at tær eru vánaligar og 10 prosent siga, at tær eru sera vánaligar.

Endamálið við kanningini var at fáa økta vitan um eitt nú kt-førleikar hjá lærarum, um hvørji kt-amboð verða nýtt í skúlunum, og í hvussu stóran mun kt verður tikið inn í undirvísingina.