Tveir varamenn á tingi fyri Fólkaflokkin

Jóhan Eli L Poulsen og Grímur Sundstein tikið sæti á tingi

Í dag hava Jóhan Eli Poulsen og Grímur Sundstein tikið sæti á tingi, nú Beinir Johannesen og Bárður á Lakjuni eru farnir í farloyvi. Beinir verður aftur á tingi um eina viku, meðan Bárður verður longri burtur vegna skurðviðgerð.

Grímur er fyrsta varafólk á listanum við 290 atkvøðum, meðan Jóhan Eli er 5. Varafólk við 241 atkvøðum. Áðrenn Jóhan Eli eru Grímur, Fía Selma Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og Mona Breckmann Wescott.

 

Øll hesi eru burturstødd, og tí tekur Jóhan Eli sæti á tingi.