Helvtin borað
Um nakrar dagar verður boriholið fylt uppaftur og proppur settur í, og boriskipið Belford Dolphin setur kós úr føroyskum sjógvi móti tí næstu uppgávuni úti í heimi. Við hesi boringini er komið í helvt taka vit allar teir átta brunnarnar, sum oljufeløgini bundu seg til at bora í 1. útbjóðingarumfari, ið varð sett út í kortið í 2000. Fyristøðufeløgini BP, Statoil, Amerada Hess og nú ENI (Agip) hava borað hvør sín brunn. Kolvetni eru funnin í minni og størri mongdum, og harvið er ein virkin kolvetnisskipan staðfest. Men eingin brunnur hevur givið okkum grønt ljós, soleiðis at vit kunnu kalla okkum oljutjóð. Gula ljósið lýsir tó framvegis í einum av brunnunum, tí hjá Amerada Hess, har týðandi mongdir av kolvetni vórðu funnar. Her eru so enn vónir til, at talan kann verða um eitt lønandi fund. Tað vil tíðin so vísa.
Eitt av teimum virknastu oljufeløgunum á landgrunninum er norska Statoil, sum í løtuni ger áhugaverdar og spennandi seismiskar kanningar í sínum 9 ára loyvi. Hvørjar vónir hevur so stjórin hjá Statoil, Rúni Hansen til framtíðina, nú 4. brunnurin á landgrunninum er turrur.
-Hetta er sjálvandi negativt fyri økið, men tó ikki so ringt, at vit tveita handklæðið í ringin. Framvegis eru fýra brunnar eftir at bora og hartil koma 9 ára loyvini, sum eftir øllum at døma síggja áhugaverd út. Sjálvur heldur hann ikki møguleikarnar fyri at gera fund í Gullhorninum verða úttømdar. Men hvør turrur brunnur er sjálvandi eitt bakkast fyri økið leggur hann aftrat.
Statoil er í løtuni í gongd við at viðgera seismikkin, ið varð skotin síðsta ár saman við Amerada Hess á loyvi 002 og 003, og tíðin fer at vísa, hvat spyrst burturúr hesum. Samstundis hevur man teir fýra brunnarnar, ið longu eru boraðir, at halda seg til, í arbeiðinum við at skilja økið betri. Hann dylur tó ikki fyri, at tey hjá Statoil síggjar stórar møguleikar í 9 ára loyvinum, har tey í løtuni skjóta nýggjan seismikk við tí vón at síggja betri niður gjøgnum basaltið, har tey halda seg hóma stórar strukturar, ið kunnu vera stórar oljukeldur.
Rúni Hansen hevur stórar vónir til seismisku kanningarnar tey gera í løtuni við eitt av skipunum hjá Veritas. Hetta eru framkomnar kanningar við eitt sindur broyttum arbeiðshátti, sum man kann siga eru skræddaraseymaðar til at kunna síggja betri gjøgnum basaltið. Og fara hesar kanningarnar at vísa seg at vera eitt gjøgnumbrot í royndunum at bróta basaltnøtina, so kann tað hava stóran týdning fyri 9 ára loyvið. Tey ymsu feløgini eru í løtuni í samráðingum við Oljumálaráðið um hesi 9 ára loyvi. Tey vórðu latin í 2000 við tí áseting, at feløgini í heyst skuldu siga frá, hvat tey ætlaðu víðari á hesum loyvum. Umframt 9 ára loyvið hjá Statoil, har Anadarko, Petro Canada, Shell og Dong eisini eru við, hevur Anadarko eitt slíkt loyvi og haraftrat hava ENI og Føroya Kolvetni eitt loyvi. Rúni Hansen frá Statoil roknar við, at endaliga viðgerðin av tí seismikki tey skjóta nú, verður liðug um eitt ár.