Ein mynd - sum økisákæruvaldið í Kharkiv deilir - vísir royk, sum rísur úr einum oyðilagdum bygningi í næststørsta býnum í Ukraina. - Mynd: Økisákærin í Kharkiv

Tvey ára gamalt barn doyði í russiskum dronuálopi

Sjey fólk doyðu og 20 særd í einum russiskum dronuálopi á næststørsta býin í Ukraina, Kharkiv.

Ein mynd - sum økisákæruvaldið í Kharkiv deilir - vísir royk, sum rísur úr einum oyðilagdum bygningi í næststørsta býnum í Ukraina. - Mynd: Økisákærin í Kharkiv

Tað siga ukrainskir myndugleikar í dag.

Ein tvey ára gamal smádrongur var millum tey deyðu, upplýsa myndugleikarnir.

Kharkiv liggur í útnyrðingspartinum av Ukraina nærhendis markinum til Russland. Økið hevur verið mark fyri regluligum russiskum dronu- og rakettálopum, síðani Russland herjaði á Ukraina í 2022.

Dronuálopið í gjárkvøldið er ikki einasta álopið, sum hevur rakt býin seinastu dagarnar.

Oleh Synyehubov, guvernørur í økinum, sigur, at eitt rakettálop í gjár knústi umleið 1.000 vindeygu í ymiskum bygningum í býnum sundur.

Ritzau/Reuters

 

##med2##

 

 

 

 

 

Ein mynd - sum økisákæruvaldið í Kharkiv deilir - vísir royk, sum rísur úr einum oyðilagdum bygningi í næststørsta býnum í Ukraina. - Mynd: Økisákærin í Kharkiv