Handball-World: Tvey av heimsins størstu talentum spæla við GOG

Óli Mittún og liðfelagin, Frederik Emil Pedersen vera nevndir millum sjey tey fremstu talentini í altjóða hondbólti

Mynd: GOG

Stóri hondbóltsmiðilin, Handball-World hevur eina grein um hvørji sjey tey størstu talentini eru í altjóða manshondbólti. 

 

Óli Mittún og liðfelagin í GOG, Frederik Emil Pedersen vera nevndir millum sjey tey størstu hondbóltstalentini.

 

Um Óla skrivar Handball-World: - Tann føroyski bakkurin hevur longu hugtikið tað mesta av Evropa, og nú skal hann taka tað næsta fetið hjá GOG. 20 ára gamli Mittún var kosin MVP (mest virðismikli leikarin) í bestu svensku deildini aftaná eitt framúr gott kappingarár við Sävehof. Við Sävehof vann hann eisini meistaraheitið í 2024. Við toppskjúttaheitum til bæði U19 HM-endaspælið og U20 EM-endaspælið, og við EM-luttøku við føroyska A-landsliðnum, sum bert 18 ára gamal hevur hann loingu royndir á allarhægsta stigi. Seinast gjørdist hann toppskjútti og MVP í U21-endaspælinum, har Føroyar vunnu bronsu. 

 

Teir sjey á yvirlitinum hjá Handball-World við teimum fremstu talentunum eru hesir:

 

Óli Mittun (Føroyar og GOG)

 

Petar Cikusa (Spania og FC Barcelona)

 

Diogo Rema Marques (Portugal og FC Porto)

 

Gino Steenaerts (Sveis og Rhein-Neckar Löwen)

 

David Móré (Ungarn og Rhein-Neckar Löwen)

 

Frederik Emil Pedersen (Danmark og GOG)

 

Leon Bergmann (Eysturríki og Kadetten Schaffhausen)

 

Mynd: GOG