Í gjár tryggjaðu B36 og KÍ sær pláss í fjórðingsfinalunum í kappingini um løgmanssteypið. Fjórðingsfinalurnar vera 13. apríl, sum er skírisdagur. Seinnapartin fæst at vita, hvørji hini seks liðini í fjórðingsfinaluni vera.
Tað er greitt, at tvey lið í bestu deildini longu í dag verða varpað úr ársins steypakapping. Uppflytararnir í EB/Streymi taka ímóti grannunum av Skála, og uppflytararnir í 07 Vestur taka ímóti NSÍ.
Suðuroyingarnir, sum eiga einasta liðið við fullum stigatali eftir tvey umfør í landskappingini, eru á veg norður á Argir. Í hinum dystinum í høvuðsstaðnum er HB stórfavorittur ímóti MB úr fjórði bestu deildini.
ÍF fær vitjan av Giza Hoyvík, sum ætlar sær úr næstbestu og upp í bestu deildina, og B68 fær vitjan av meistarunum í Víkingi.
Løgmanssteypið – fyrsta umfar
Í dag
ÍF-Giza Hoyvík: Rúni Gaardbo kl. 16.00
EB/Streymur-Skála: Petur Reinert kl. 15.00
B68-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 15.00
07 Vestur-NSÍ: Lars Müller kl. 16.00
HB-MB: Bjarki Danielsen Kl. 15.00
AB-TB/FCS/Royn: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
Í gjár
B36-B71 6-0 (5-0)
Undrið-KÍ 0-4 (0-2)