Trý føroyingalið spældu dyst í norsku steypakappingini í kvøld.
Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand vunnu seg víðari til áttandapartsfinalurnar við 37-24 stórsigri á Sandefjord á útivølli. Tað leikaði meira javnt á í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Kristiansand á odda 19-16.
Helgi skoraði tvey mál.
Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget taptu á útivølli 32-34 fyri Falk Horten. Bækkelaget var annars á odda 18-16 í steðginum. Kjartan skoraði til 32-33 tá 14 sekund vóru eftir av dystinum, men tað eydnaðist ikki Bækkelaget at fáa ein møguleika aftrat. Ístaðin eydnaðist tað Falk Horten at staðfesta sigurin við einum máli í seinasta sekundinum av dystinum.
Kjartan gjørdist við fýra málum næstbesti málskjúttin hjá Bækkelaget.
Liðið sum Sonni Larsen venur, Viking TIF megnaði uttan landsliðsmálverjan, Nicholas Satchwell at vinna stórsigur 31-17 á Fyllingen. Í steðginum var VIking TIF á odda 18-7.
Sostatt halda Viking TIF og Kristiansand fram í norsku steypakappingini.