Tvey avboð afturat

U21: Tveir leikarar vórðu innkallaðir stutt undan fráferðini til Georgia í morgun.

U21-landsliðið hjá monnum fór í morgun av landinum við kós ímóti Georgia, har teir fríggjadagin spæla eM-undankappingardyst ímóti Georgia. Stutt undan fráferð komu tvey avboð, og boð vórðu send eftir tveimum øðrum leikarum.


Teir, sum hava givið avboð, eru Elias Rasmussen Víkingi og Janus Svabo Samuelsen úr 07 Vesturi. Teir dragast við smáskaðar, og avloysarar hjá teimum eru Rói Mørk Hentze úr B36 og Petur Knudsen úr NSÍ.


Dysturin ímillum Georgia og Føroyar verður spældur fríggjadagin kl.14.00 føroyska tíð.


Føroyski hópurin


Karstin Hansen, Skála
Rói Mørk Hentze, B36
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Erlendur Magnusson, B36
Benjamin Heinesen, B36
Daniel Johansen, HB
Betuel Hansen, NSÍ
Dan í Soylu, HB
Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur
Teit Jacobsen, SønderjyskE/HB
Jann Julian Benjaminsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard E. Olsen, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Jákup L. Thomsen, Thisted (Danmark)