Týska løgreglan hevur funnið líkini av tveimum børnum í einum uppkolaðum bili í einum skógarøki vestan fyri Berlin. Ein maður er fluttur á sjúkrahús við brunasárum, men sum skilst er hann ikki í lívsvanda.
Bilurin hevur danskar nummarplátur, men løgreglan dugir ikki at siga, um maðurin og børnini eru danir. Løgreglan veit heldur ikki, um talan er um eina vanlukku ella eitt brotsverk. Blaðið Bild Zeitung skrivar, at børnini eru níggju og tólv ára gomul.
Løgreglan sigur, at eitt fólk, sum var farið út at spáka, møtti tí illa brenda manninum og boðaði løgregluni frá.