Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko.

Tvey deyð í álopum á Kyiv í nátt

Myndugleikarnir í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv lýsa russisku álopini í nátt sum tey harðastu síðan í vár.

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko.

Tvey fólk lótu lív, tá tey vórðu rakt av húsaleivdum eftir eitt rakettálop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, í nátt. 

 

Álopið verður lýst, sum tað størsta á høvuðsstaðin síðan í vár.

- Tað var í Sjevtsjenkivskyj-økinum, at fólkini lótu lív, sigur Serhij Popko í fyribilsboðum á Telegram.

 

Tað er hann, sum stendur á odda fyri hernaðarumsitingini í høvuðsstaðnum.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at spreingingar hoyrdust, og íbúgvarnir vórðu bidnir um at søkja sær skjól í bumburúmum.

 

Sambært borgarstjóranum fingu fleiri bygningar skaða, tá vraklutir frá niðurskotnum rakettum raktu.

 

Myndugleikarnir í Kyiv lýsa russisku álopini í nátt sum tey harðastu síðan í vár.

 

- Tilsamans vóru 20 fíggindaligar rakettir oyðilagdar av loftverjuni, sigur hernaðarumsitingin í Kyiv á Telegram í morgun.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr Ukraina í morgun.

 

 

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko.