Tvey feløg savnast á fyrsta sinni - Minst til okkara, tá tú setur krossin!

Undir heitinum “Minst til okkara, tá tú setur krossin” skipa Autismufelagið og ADHDfelagið fyri veljarafundi í Perluni mikukvøldið 18. mars kl 19 í Havn. 

Tíðindaskriv:

 

Við einum samlaðum limatali væl omanfyri túsund, umboða feløgini við familjum limanna, túsundtals borgarar í føroyska samfelagnum, sum dagliga merkja avleiðingarnar av einum undirraðfestum øki. 

 

Tíðin er komin til at hava breiðari kjak, raðfesting og ítøkiligar loysnir. Vit hava nøkur boð, men týðandi er eisini, at komandi løgting og landsstýri hava ætlanir, loysnir og vilja raðfesta.

 

Autismufelagið og ADHDfelagið eru áhugafeløg hjá fólki, sum mangan eru raðfest aftarlaga í heilsuverkinum og øðrum skipanum. Hesi feløg skipa fyri fyrstu ferð fyri veljarafundi saman, fyri at seta sálarheilsu á breddan til løgtingsvalið 2026. 

 

Hetta eru áhugafeløg hjá teimum føroyingum, ið mangan eru sera illa staddir í mun til at fáa ta hjálp teimum tørvar, fyri at trívast og virka í okkara samfelag.

 

Endamálið er greitt; “at fáa sálarheilsu á politisku dagsskránna nú”.

 

Bíðirøðin og bíðitíðin til psykiatri er nógv tann longsta í føroyska heilsuverkinum, og alt ov lítið tilfeingi og ov fá viðgerðartilboð eru á økinum. Tað halda feløgini vera eitt álvarsligt samfelagsligt mál, ið eisini kann metast sum brot greinarnar 19,24,25 og 26 í brekrættindasáttmála hjá ST. 

 

Feløgini vísa á, at psykiatriska økið ikki hevur fingið nøktandi politiska raðfesting, og tí má okkurt serligt gerast nú.

 

##med2##

 

Feløgini ynskja at síggja eina her-og-nú loysn, sum tryggjar skjótari útgreining og røtt tilboð, umframt eina 10 ára langtíðarætlan, sum tryggjar menningina av psykiatriska økinum frameftir.

 

Faklig upplegg og politiskt kjak

Á veljarafundinum vera tvey faklig upplegg umframt politiskt kjak.

 

Tórunn Ósá, námslektari og PhD-lesandi, fer at leggja fram nýggja føroyska gransking, sum vísir, at børn, ið verða seinni útgreinað, oftari fáa strongdartengdar sálarsjúkur enn børn, sum verða útgreinaði tíðliga. Granskingin undirstrikar tí týdningin av, at børn og ung fáa hjálp so tíðliga sum gjørligt. 

 

Anna Kristina Niclasen, funktiónsleiðari á Barna- og ungdómspsykiatriin fer eisini at leggja fram ítøkiligar loysnir til, hvussu skjótari útgreining og betri hjálp til børn og familjur kann tryggjast.

 

Aftaná uppleggini verður politiskt kjak, har umboð frá øllum flokkum fáa høvi at svara spurningum og greiða frá, hvussu tey vilja raðfesta psykiatri og sálarheilsu komandi árini.

 

##med3##

 

Stroymt beinleiðis

 

Tiltakið verður stroymt beinleiðis í høgari góðsku, so fólk kring landið kunnu fylgja við.

 

Veljarafundurin verður í Perluni mikukvøldið 18. mars kl. 19, og øll eru vælkomin.

 

Autismufelagið og ADHDfelagið