Í dag vitja tvey ferðamannaskip á Havnini. Tey eru Marco Polo, sum kemur úr Leith í Skotlandi og sum fer higani til Lerwick í Hetlandi.
Hitt skipið er Silver Wind, sum kemur úr Lerwick í Hetlandi og fer víðari av Havnini til Húsavik í Íslandi.
Higartil í ár hava 33 ferðamannaskip vitað á Havnini. Sambært Tórshavnar Havn hava seks onnur ferðafólkaskip boðað frá, at tey koma á Havnina at vitja í ár.
Soleiðis koma 39 ferðafólkaskip á Havnina at vitja í ár – og tað er munandi færri enn í fjør, tá 63 skip vitjaðu á Havnini.