Tvey ferðsluóhapp í hálkuni í gjár

- Neyðugt er at ansa sær í hálkuni - ikki minst tær løturnar, tá vegirnir gerast so hálir, at sjálvt bilar við góðum dekkum fara á glið, sigur løgreglan.

Seinastu dagarnar hevur tað í løtum verið rættiliga hált ymsastaðni kring landið, og eisini í morgun ávarar løgreglan um, at bilførarar eiga at ansa sær á vegunum.

 

Í gjárkvøldið gleið ein bilur inni í bygdini í Vestmanna, og í gjár var eisini eitt lítið ferðsluóhapp Millum Fjarða - í báðum førum var talan um, at vegirnir vóru rættiliga hálir.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at materiellu skaðarnir í Vestmanna og Millum Fjarða vóru smáir, og bilførararnir sluppu burtur úr hendingunum uttan likamlig mein.

 

- Í báðum hesum ferðsluóhappunum var skøðingin í lagi, men her var so hált, at bilarnir fóru á glið. Talan var um sokallað solo-óhapp, har eingin annar var innblandaður.

 

Løgreglan sigur, at tað er neyðugt at ansa sær í hálkuni - ikki minst tær løturnar, tá vegirnir gerast so hálir, at sjálvt bilar við góðum dekkum fara á glið.