Tvey flogfør settu seg á midnátt

Eftir at ólag var á flúgvingini sunnudagin, verður øll flogferðslan avgreidd um midnáttina. Á midnátt kom flogferðslan í rættlag aftur, eftir at mjørki vestanfyri var orsøk til, at órógv var á flogferðsluni sunnudagin.

Flogførini úr Keypmannahavn, sum áttu at havt lent klokkan 16.35 og 20.30, komu ikki til ásettu tíðina. Annað lendi klokkan 23.17, og hitt lendi klokkan 23.47.

Tvey flogfør fóru úr Vágum til ásetta tíð - kl. 11.00 og 14.45.

Flogfarið, sum sambært skránni skuldi verið farið úr Vágum klokkan 17.30 til Keypmannahavnar, fer at lætta úr Vágum nú klokkan 00.30.