H71 hevur havt ilt við at fáa nøkur stig í hús seinastu umførini, og skal liðið hava nakran møguleika at verða við í stríðnum um heiðursmerkir, er neyðugt, at teir vinna á liðunum, sum eru niðan fyri teir á stigatalvuni. Tískil var boðskapurin hjá Henrik Gerster til sínar menn undan dystinum móti Neistanum sunnudagin greiður: Vind eller forsvind!
Verjumúrur
Tað er tó einki at taka seg aftur í, at tað var Neistin, sum setti dám á dystin fyrstu løtuna, og serliga var tað verjan hjá Neistanum, ið var verd at leggja til merkis. Neistaverjan var snøgt sagt ein múrur fyrra helming av fyrra hálvleiki, og tá ið so Jota í málinum samstundis tóktist verða sera væl upplagdur, sá tað einki serligt út hjá H71, meðan tað sá gott út hjá Neistanum.
Av tí at bæði verjan og málverjin hjá Neistanum løgdu so mikið væl fyri, gjørdust skjúttarnir hjá H71 eitt sindur fjáltursstungnir, og av tí sama høvdu teir ilt við seta bóltin í netið, tá ið teir royndu seg við skotum.
Tað er tó ein sannroynd, at ein trupulleiki hjá Neistanum er vantandi breidd í hópinum. Tí var tað ein dyggur smeitur fyri Neistan, at teir longu um miðjan fyrra hálvleik mistu stýrimannin Áka Mørk, sum fekk ein snudd í eyga í sambandi við eitt H71-álop. Áki er ein lyklaleikari hjá Neistanum bæði í verju og í álopi, og missurin av honum var sjónligur.
Buha trívist væl á bakkinum
Í hesum kappingarárinum hevur Blagoje Buha hjá Neistanum fyri tað mesta verið at sæð á høgra bakkplássi í mun til í fjør, tá ið hann lá og reikaðist úti á vinstra vongi. Tað tykist ikki sum um, at tað ger Buha til ein minni vandamiklan leikara, at hann nú er komin á bakkplássið at spæla. Við sínum eyðkenda og kvika fótskifti liggur væl fyri hjá honum at snýta bæði ein og tveir verjuleikarar og fara ígjøgnum, og nú sær tað eisini út til, at hann veruliga er komin fyri seg eftir drúgva skaðan, ið hann hevði í heyst.
Sunnudagin var Buha aftur toppskjútti hjá Neistanum við tíggju málum, men hinvegin sást ógvuliga lítið til Damir Oros, sum vanliga er góður fyri rættuliga fitt av málum.
Halgir innstillaði kanónina
Leiðslan upp á fimm mál, sum Neistin hevði ognað sær tíðliga í dystinum, minkaði spakuliga, eftir at Áki Mørk var farin út, og tá ið fyrri hálvleikur var liðugur, høvdu gestirnir úr Hoyvík bert eitt mál eftir upp á javnleik.
Tað bøtti um støðuna hjá H71 í dystinum, at liðskipari teirra, Halgir Dahl Olesen, eftir ein ivasama byrjan upp á dystin fekk innstillað kanónina hjá sær eftir steðgin. Tí saman við strikuspælaranum Johnny Durhuus syrgdi Halgir fyri, at H71 fylgdi við Neistanum eftir steðgin.
Fyrsta lítla korterið av seinna hálvleiki skutu teir báðir øll seks málini hjá H71, trý í part, og harvið misti H71 ikki sambandið við Neistan, sum annars royndi at sleppa frá gestunum.
Mansverja avgjørdi dystin
Tá ið einir tíggju minuttir vóru eftir av dystinum, gjørdi H71 eina taktiska broyting í verjuni, sum avgjørdi dystin. Hoyvíkingar, sum ein part av dystinum høvdu mansvart Damir Oros, valdu nú at mansverja bæði Oros og Blagoje Buha, og hetta skuldi vísa seg at verða ein skilagóð avgerð.
Álopsspælið hjá Neistanum hekk nú als ikki saman, og tær atsóknir, ið vóru á H71-málið, vóru ikki nakar trupulleiki hjá einum vælleikandi Levi Nybo í málinum. Júst í eini slíkari støðu hevði ein maður sum Áki Mørk kunna havt ómetaliga stóran týdning fyri Neistan, tí at hann er ein so mikið dugnaligur gjøgnumbrotsspælari, ið er góður at hava, tá ið eitt lið spælir fýra móti fýra í álopinum.
Hoyvíkingar kendu nú ferilin av blóð, og teir tóku av møguleikanum, ið nú beyðst teimum. Framvegis vóru tað teir báðir Halgir og Johnny, ið vóru lyklaleikararnir í álopspartinum, men eisini Høgni Joensen á høgra vongi fekk nøkur týðandi mál hesa løtuna.
Neistin hevði eisini sínar møguleikar í hinum endanum, men H71 er í teirri hepnu støðu, at teir hava tveir stak góðar málverjar. Tá ið so Levi ikki hevði fingið fatur á brotskøstunum hjá Buha, royndi H71 seg so at seta Jens Skipagøta í málið, og hann bjargaði fyrst brotskastinum hjá Buha, og eina lítla løtu seinni bjargaði hann brotskasti frá Damir Oros, og so var dysturin í veruleikanum avgjørdur.
Eingin breidd
Dysturin sunnudagin var eitt týðuligt prógv um, at ein tann størsta orsøkin til, at Neistin liggur á aftasta plássi í Atlantic Airways kappingini, er tann, at liðið hevur onga breidd.
Tað sást millum annað, tá ið farið var undir at mansverja teir báðar útlendsku útispælararnar hjá Neistanum, tí eingin var, sum kundi taka yvir fyri teir Oros og Buha. Gamaní verður Tróndur Kragesteen helst ein slíkur spælari, men hann er alt ov ungur enn til at fáa slíkar leiklutir.
Somuleiðis hevur vantandi breiddin hjá Neistanum tað við sær, at teir leikarar, ið skulu bera liðið, alt ov sjáldan sleppa út at fáa luft, tí tað kann gerast ov kostnaðarmikið.
Hoyvíkingar hava hinvegin heilt góða breidd. Teir hava til dømis Halgir, Piti Negru, Henrik Gerster, Niels Viggo Niclasen og Esbern Patursson til tey trý bakplássini, og teir hava eisini tveir javnt góðar vengur í báðum borðum. Harafturat hava teir tveir av landsins bestu málverjum, og tað er kanska eitt sindur undrunarvert, at liðið ikki liggur longri uppi á stigatalvuni. Sunnudagin fingu teir so tvey stig til høldar og harvið styrktu teir um møguleikan fyri heiðursmerkjum í ár.
Neistin-H71 30-34(16-15)
Neistin: Blagoje Buha 10(3), Ólavur Brimnes 5, Rani Slættanes 4, Helgi Michelsen 3, Tróndur Kragesteeen 3, Damir Oros 3, Roar Dalsgarð 2
H71: Halgir Dahl Olesen 10(3), Johnny Durhuus 7, Kristian Eli Zachariassen 4, Høgni Joensen 3, Heini Bentsen 3(2), Niels Viggo Niclasen 2, Henrik Gerster 2, Esbern Patursson 1, Sigtór Andreasen 1, Piti Negru 1
Brotskøst: Neistin 5(3), H71 7(5)
Útvísingar: Neistin 2, H71 4
Dómarar: Hannis og Uni Wardum