Tvey klipp fyri at koyra ov skjótt

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar, har teir bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar. Á Søldarfjarðavegnum varð ein bilførari máldur at koyra 74 km um tíman. Tað gevur klipp í koyrikortið og bót.

Á Argjum gjørdi løgreglan eisini ferðmátingar. Hetta var á Glyvursvegnum undir Kongavarða. Har var ein bilførari máldur atkoyra 77 km um tíman. Tað gevur eisini bót og klipp í koyrikortið.