Tvey lorta mál

Tað gjørdist til væntaða tapið. Men hóast tvey mál av keðiliga slagnum, so gav føroyska avrikið í Beograd tekin um, at ein hálv ella heil sensatión væl kann koma í hesari undankappingini

Fótbóltur

 

Beograd, Serbia: Eitt føroyskt landslið uttan Fróða Benjaminsen í verjuni. Uttan Súna Olsen á miðvøllinum og uttan Christian Lamhauge Holst og Rógva Jacobsen í álopspartinum. Legg so afturat, at Einar Hansen ikki var tøkur á vinstra bakki og at Arnbjørn T. Hansen heldur ikki var tøkur til álopið. Fortreytir, sum bóru við sær, at heili seks av spælarunum í hópinum enn hava aldur at spæla á U21-landsliðnum.

Jú. Talan kundi so sanniliga gerast um eina heilt óbehagiliga uppliving í steikigrýtuni á Crvena Zvesda-leikvøllinum í Beograd. Ikki bara er Serbia frammi á 35. plássinum á FIFA-styrkislistanum, har Føroyar eru nummar 196. Serbia hevði eisini júst sett størsta venjaranavnið í landinum sum landsliðsvenjara, og tí kundi væl hugsast, at teirra spælarar ætlaðu at koyra á frá fyrsta bríksli.

 

Taktikkurin riggaði

Men føroysku menninir á vøllinum stóðu seg manniliga. Taktiska uppleggið var heilt greitt, at ferðin skuldi takast úr dystinum, og hetta eydnaðist eisini rættiliga væl. At dómarin so heilt skjótt fór at ilskast inn á Jákup Mikkelsen, tá hesin gav sær dekan ov góðar stundir til málspørk síni, bilti minni.

Serbar høvdu heilt greitt givið til kennar, at teir vildu kvæla føroyska spælið alt fyri eitt. Men hóast teir í løtum royndu at skifta tempo, so var sjáldan, at tað veruliga munaði. Fortíðin hevur prógvað, at stóri vandin móti liðum av Balkan er, tá hesi sleppa at revsa bólttap uppi á vøllinum, og tað var vandi fyri hesum í einum tveimum førum. Men Mikkjal, Jákup á Borg og Christian Høgni vóru nóg kaldir til at gera fríspark alt fyri eitt, soleiðis at føroyska liðið fekk flutt fólkið heimaftur í hesum støðum.

Tá hálvi tímin nærkaðist, byrjaðu vandastøður tó at koma. Í tveimum førum komu ávikavist Pantelic og Milijas í góðar skotstøður, men í báðum førum varð royndin søplað burtur.

Í aðrar mátar var okkara lið sera væl skipað, og tí varð serbiska hóttanin avmarkað til skot útifrá, umframt at nøkur innlegg vórðu skotin eftir heysinum á 202 sentimetra høga Nikola Zigic, og tað var í slíkari støðu, at fyrsta málið kom.

Zigic stútaði tvørturum, tá diagonalbóltur varð sendir inn í brotsteigin, og tá Jón Rói skuldi beina bóltin út til horna, varð hann somikið órógvaður, at hann ístaðin stútaði innan fyri stólpan og inn um Jákup Mikkelsen. Eitt lorta mál!

 

Riðu stormin av

Restina av fyrra hálvleiki gekk sum eftir ánni fyri okkara viðkomandi. Tað framrættaða spælið sást ikki tað heilt stóra til, men hinvegin komu serbar als ikki nærri næsta málinum. Og var frekleikin bara eitt vet størri, so kundi kanska spurst meira burtur úr, tá vit í einstøkum førum komu niðan í borðunum. Ikki minst, tá Jón Rói ta einu ferðina byrjaði eitt raid, eftir at hann hevði vunnið bóltin í miðverjuni, men Jákup á Borg tóktist ikki ansa góðu støðuni, sum miðverjin hevði runnið seg í.

Serbisku áskoðararnir góvu longu í steðginum sína ónøgd til kennar, og tí var eitt satt ódnarveður kanska í væntu.

Sjómanskapurin á føroysku skútuni var tó framúr. Hóast hann til tíðir hevði hug at øtla, so megnaðu okkara alla tíðina at repa seglini somikið, at skipið ikki fórst. Tað var kanska dekan ov ofta, at menn eymkaðu seg á vøllinum, og hetta hóvaði als ikki mótstøðuni. At enda eisini somikið lítið, at teir ósportliga sendu bóltin út til innkast langt niðri á føroysku hálvuni heldur enn til málspark, eftir at Jákup Mikkelsen hevði koyrt bóltin út, tí ein serbi lá niðri.

Royndirnar at trýsta endaðu oftast í, at bóltar vórðu langaðir inn móti Zigic, og ofta royndu serbar at flyta nógv fólk niðan. Hinvegin hildu teir støðugt fýra monnum í verjustøðu, men at miðvøllurin fór upp, gav ofta heilt gott pláss til okkara seinasta partin av dystinum, um bólturin fekst niðan á miðvøllin. Men alt ov ofta varð seinasta renningin inn í feltið ikki gjørd, og tí sást í trimum-fýra førum, at kantarnir mest sum vendu spælinum heimaftur, tí eingin maður var í feltinum.

 

Snara níggju ferðir afturat

At endaliga úrslitið so gjørdist 2-0, kunnu føroysku spælararnir iðra seg um. At seinna málið ikki kom fyrr enn í 88. minutti, gjørdi í so máta iðranina enn størri. Eisini hóast okkara hesa løtuna spældu við 10 móti 11, eftir at Jónas Tór Næs hevði fingið tvey gul kort. Og at talan aftur tá var um eitt lorta-mál, gjørdi ikki lagið betri. Christian Høgni Jacobsen stóð til móti reiðar at sparka bóltin burtur, tá Zigic stútaði hornaspark inneftir, men onkursvegna fløktust hann og Jákup Mikkelsen, og so smoygdi bólturin sær inn um strikuna, áðrenn Jákup á Borg kundi sparka burtur.

Eitt heiðurligt tap av tí slagnum, sum fólk flest eru heldur troytt av at hoyra um. Men hinvegin er realiteturin eisini, at talan var um eitt avrik, sum okkara so væl og virðiliga kunnu standa inni fyri.

Á útivølli móti einum liði í hálvgum heimsflokki koma Føroyar ongan tíð at stýra einum dysti, og við teimum fortreytum, sum okkara høvdu undan dystinum, skuldi vit vera lukkuligir, bara vit komu so nøkunlunda snikkaleysir burturúr.

Og tað gjørdi okkara væl og virðliga. Enntá somikið væl, at avrikið í Beograd gav vónir um, at føroyska landsliðið aftur er til reiðar at levera onkra hálva ella kanska heila sensatión. Møguleikin er kanska ikki størri, enn hann er, tá gekkahjólið verður snarað, men enn hava vit níggju royndir eftir, so heilt ósannlíkt er tað ikki.