Tvey oljuleitiloyvi ganga út

Leitiloyvi

 

Loyvini hjá tveimum av oljufeløgunum, sum hava verið við í forkanningunum og leitingini eftir olju við Føroyar, BP og Anadarko, gingu út mánadagin.

Tað var 17. august í ár 2000, at landsstýrið lat tey fyrstu leitiloyvini á serstakari hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum. BP og Anadarko hava latið sínar skrivstovur aftur men umboð fyri feløgini koma tó at brúka nakað av tíð aftrat til at rigga av. Umboðsmaður fyri BP er Hjarnar Djurhuus og fyri Anadarko er tað Johan Mortensen.

Tey bæði oljufeløgini hava verið við í oljuvirkseminum síðani miðskeiðis í 90-unum. BP var leingi eitt av lokomotivunum í leitingini við Føroyar men gjørdi herfyri av at gevast í Føroyum eftir at Williambrunnurin varð turrur.

Nú eru so 9 feløg eftir í leitingini. Tey eru Statoil, ENI, Dong, OMV, Shell, Chevron, Geysir og bæði føroysku feløgini Atlantic Petroleum og Faroe Petroleum. ENI fer í mars ella apríl næsta ár at bora ein brunn á landgrunninum, og Statoil hevur boðað frá, at tað fer at bora ein brunn helst í 2010.