Tvey ára tænasta liðug í Ísrael

– Nú eg eri komin heim, má eg siga, at hesi tvey seinastu árini í Haifa hava verið ein góð og rík tíð fyri meg, og eg eri sera takksom fyri, at Gud hevur unt mær at kunna verða sjálvboðin á Ebenezerheiminum í Haifa, sigur Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi í Eysturoy, sum tvey tey seinastu árini hevur verið í Ísrael

 

Tað var fyrst í mars í 2018, at Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi í Eysturoy fór sum sjálvboðin til Ísrael at gera tænastu á Ebenezerheiminum í Haifa.

Hon hevði fleiri ferðir verið í Ísrael áður, og hon hevði eisini vitjað á Ebenezerheiminum, áðrenn hon byrjaði har, og hon visti tí eitt litið sindur um, hvat hon kom at arbeiða við.

Karen Elkjær Abrahamsen hevur eftir øllum at døma trivist sera væl í Ísrael. Í fyrsta umfari var talan um, at hon skuldi vera í eitt hálvt ár, tað varð so longt til eitt ár, sum aftur varð longt til tvey ár.

Hon kundi í mesta lagi fáa volontørvisum at vera í Ísrael í tvey ár, og nú tann tíðin var farin, kom aftur til Føroya. Hon var aftur í Føroyum 26. februar í ár, stutt áðrenn koronasmittan hevur lagt flestu av heimsins londum lamin.

– Tað hevur verið spennandi, gott, læruríkt og eisini ein avbjóðing at liva so tætt saman við sjálvbodnum í ymsum aldri, ymsum málum og mentanum, sigur Karen Elkjær Abrahamsen.

Ebenezerheimið í Haifa er eitt ellisheim við pláss fyri nøkrum fáum røktarkrevjandi búfólkum. Á ein hátt líkist tað kanska einum ellis- og røktarheimi her heima.

Men tað er eisini sera ymiskt, tí búfólkini koma úr øllum heiminum við hvør síni mentan og máli.

Tey koma úr Ísrael, Norður-, Eystur-, og Miðevropa, Russlandi, Suður- og Norðuramerika. Tey tosa hebraiskt, arabiskt, týskt, franskt, hollenskt, finskt, russiskt, rumenskt, spanskt, eingilskt, og onnur mál.

Og so hava tey ymiska trúarliga bakgrund: jødar, kristnir arabar og kristin við ymsum kirkjurætningum.

Hesi tvey árini hevur Karen Elkjær Abrahamsen verið eitt av sjálvbodnu starvsfólkunum á heiminum.

Ísraelsmissiónin var við til at senda Karen Elkjær Abrahamsen til Ísraels.

Sí meir á israel.fo