London Taxi eru eitt sereyðkenni fyri enska høvuðsstaðin, sum t.d. dupultdekkararnir og Big Ben. Síðan 1930 hava hesir London Taxi verið gjørdir í Onglandi av ávikavist Morris, Beardmore, Winchester og Austin. Best kendir eru Austin FX3 og FX4.
London er ein av heimsins størstu býum, og hýruvognsførarnir har eru kendir fyri sínar dygdir við at finna veg. Allir nýggir hýruvognsførarar skulu upp til eina próvtøku, sum nevndist "The Knowledge". Teir skulu í prinsippinum kenna allar adressur í býnum í ein radius upp á 9 kilometrar frá miðbýnum og klára at finna stytsta veg til ein hóp av tilvildarliga valdum adressum og kendum støðum. Eisini skulu teir duga minst 400 adressur uttanat. Útbúgving tekur tvey ár og kann í stødd sammetast við eina bachelorgrad.