Tvey skeinkistøð bót fyri at bróta halgidagslógina

Løgreglan stongdi skeinkistøð í nátt

Eftir midnátt í gjárkvøldið høvdu skeinkistøð ikki loyvi at hava opið, tí tað er brot á halgidagslógina. Men tað vóru tað onkur, sum høvdu kortini.

 

Í hesum sambandi var løgreglan á gátt á tveimum skeinkistøðum í Suðuroy eftir midnátt í gjárkvøldið og gav eigarunum boð um at steingja, samstundis sum at fólkið varð koyrt á dyr.

Samstundis kunnu tey, sum reka skeinkiloyvini, vænta sær eina bót.

 

Løgreglan sigur, at tey, sum hava skeinkistøð, seta seg ikki altíð líka væl inn í halgidagslógina.

Í hesum sambandi hava fleiri skeinkistøð hava lýst við at tey fara at hava opið nú á páskum og at hava opið tíðir á samdøgurinum, har tey ikki hava loyvi at hava opið eftir halgidagslógini.

 

Løgreglan fer nú at seta seg í samband við eigararnar við tí endamáli at greiða teimum frá halgidagslógini.

 

Samstundis fara tey at fylgja við og er nakar, sum hevur opið kortini, kunnu tey vænta løgregluna á gátt, siga tey av politistøðini í morgun.