Tvey skeinkistøð kunnu fáa bót fyri ikki at hava skil á

Tvær ferðir mátti løgreglan á skeinkistøð at hjálpa til

Nú verður umhugsað um tvey skeinkistøð skulu fáa bót fyri ikki at hava nóg gott skil á. Tað sigur løgreglan í morgun. Tvær ferðir um vikuskiftið sendu skeinkistøð nevniliga boð eftir hjálp frá løgregluni tí tey høvdu ikki tamarhald á støðuni.

 

Um vikuskiftið skulu skeinkistøð steingja barrina klokkan 3.45 um náttina og klokkan fýra skulu øll fólk vera farin á dyr, og hurðin skal vera stongd.

 

Í tí eina førinum ringið ábyrgdarfólk á einum skeinkistaði til løgregluna upp undir klokkan fýra um náttina at biðja um hjálp tí tey fingu ikki fólk á dyr. Tískil mátti løgreglan upp í fyri at fáa fólkini út. Løgreglan sigur, at tað er ábyrgdin hjá einum skeinkistaði at hava nokk av fólki til arbeiðis til at halda skil á, so nú fara tey at lýsa hetta málið fyri at vita um grundarlag er fyri at geva skeinkistaðnum bót.

 

Í hinum førinum varð ringt til løgregluna av einum skeinkistaði á bygd tí har vóru fólk farin til hendurs. Tá ið løgreglan kom á staðið uppdagaðu tey, at har vóru eingir duravørðir yvirhøvur til arbeiðis.

 

Tað eru reglur um, at duravørar skulu vera til arbeiðis, so eisini í hesum føri verður málið lýst fyri at vita um grundarlag er fyri at geva skeinkistaðnum bót.