TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jóhan Petur Johannesen úr Havn greiða frá vitjanini hjá amerikanska prædikumanninum, Franklin Graham, sum er sonur Billy Graham, sum vitjar í Føroyum sunnudagin.
Tiltakið í høllini á Hálsi í Havn, sum nevnist "Hásummarhátíð" verður skipað, sum ein festivalur, har m.a. ein av heimsins fremstu gospelsangarum, Michael W. Smith, sum vitjaði í Føroyum í 1996 fer at syngja.
Klokkan 18 verður fyrra tiltakið, sum er ætla øllum aldursbólkum, og klokkan 21.30 verður eitt tiltak, sum meir er ætlað teimum ungu.
Fyrireikararnir vænta nógv fólk, og tí verður telt sett upp uttanfyri ítróttarhøllina, har til ber at fylgja við á stórskíggja. Stórskíggi verður eisini settur upp niðri í Dansifrøi, har fólk kunnu fylgja við tí, sum hendir í høllini á Hálsi.
Alt tiltakið verður varpað beinleiðis út á Lindini.