Tvinna mentan og vinnu saman

Páll Holm Lave, arkitektur, hevur gjørt eitt uppskot um loysn á viðurskiftunum á Tvøroyri, soleiðis at mentanin og vinnan kunnu ganga hond í hond

– Nú Varðin Pelagic skal víðka um frystigoymsluna er umráðandi at nýggi tilbygningurin ikki kemur ov nær søguligu Pakkhúsunum. ??
Tað sigur arkitekturin og froðbingurin, Páll Holm Lave, sum hevur stóran áhuga fyri Tvøroyri. – Tí komi eg við einum uppskoti um eina heildarætlan, sum eg síggi sum eina skynsama loysn fyri bæði Varðan Pelagic og gomlu pakkhúsini, sigur hann.??
»Uppskotið lýsir, hvussu okur kunnu samantvinna vinnu og mentan. Við at flyta nýggja bygningin áleið 10 metrar vekk frá ovara vestara horni á verandi frystigoymslu, og síðan snara bygninginum umleið 17 stig, fáa okur ein hóskandi fráleika til gomlu pakkhúsini. Okur skapa eitt rúm, ið ikki var frammanundan, eitt rúm, ið vendir suður/vestur við góðum sólargangi, og tí hóskar væl sum bátatorg. Uppskotið leggur eisini upp til, at hylurin í framtíðini m. a. kann nýtast sum smábáta- og ferðavinnuhavn. Framsíðurnar hjá Varðanum Pelagic, sum venda móti pakkhúsunum, kundu verðið prýddar, so tær eisini góvu sítt ískoyti til nýggja býarrúmið«.
Hugskotið at fylla hylin kílaformaðan gevur møguleika fyri, at Varðin Pelagic kann bygga út á sunnara armi, og at kommunan kann arbeiða við eini lættari træbryggjuloysn á norðara armi.
Tað ger tað eisini møguligt hjá kommununi - seinni - at leingja um havnafrontin á hesum norðara armi við træhúsum, ið tosað sama mál sum gomlu pakkhúsini. Her kundu so kanska smávinna og áhugabólkar húsast niðri við bryggjuna. ??
Hetta nýggja bryggjuøkið - við einum hugnaligum trappuskapi við sjóarmálan - er vælegnað sum møtustað hjá fólki. ??
Kanska skuldi kunningarstovan verði flutt oman á bátatorgið. Her kundu bussar við ferðafólkum støðga, tá tey vitja á Tvøroyri. Tá hevði kunningarstovan ligið á rætta stað. Møguleiki hevði verðið hjá teimum ferðandi at gingið ein stuttan túr niðan á fiskaplássið, yvir til doktarahúsini og aftaná hevði verði gott við onkrum leskiligum frá pubbini hjá Thomsen.??
Við at gera eina bryggju, har fólk kunnu ganga, handla,sita á café, drekka leskandi drykkir, tosa um leyst og fast, arbeiða, gera smáhondverk og list, kanska vitja áhugafelagið hjá sær um kvøldanar og kanska fara í bryggjudans!??
Ja eina bryggju, ið líkist tí gamla pierinum við lívi í, har lossing og prát og fráferðir vóru gerandiskostur. Har fólk fara at siga: »Kom oman á bryggjuna«. Tí har verður gott at vera, sólin stendur bakandi inn á tey smáu træhúsini, og tú kanst sita og njóta eina løtu saman við vinfólki og ferðandi ein vakran summardag og summarkvøld. L
íknandi hugnalig umhvørvi kenna okur frá til dømis Vágsbotni í Havn, Nyhavn í Keypmannahavn og "Hansabryggen" í Bergen«, sigur Páll Holm Lave, Arkitektur M.A.A, í hesum uppskoti.