Kappróðrarlagið á jóansøku á Tvøroyri er so gott, sum tað kann vera, nú tveir FM róðrar eru avgreiddir.
Firvaldur við gentum vann fyrsta róðurin, og nú hevur Tvørabáturin vunnið kappingina millum 6-mannaførini við monnum.
Á fyrstu hundrað metrunum vóru aðrir bátari kvikari enn Tvørabáturin, eitt nú Rádni úr Fuglafirði, Lómur av Argjum og Herningur hjá Knørrafelagnum.
Men tað var skjótt, at Tvørabáturin fór at stinga seg fram. Tøkini hjá heimamonnunum vóru dyggari, enn tey vóru hjá hinum, og áðrenn teinurin var hálvrógvin, var Tvørabáturin fremstur.
Tætta kappingin um næstfremsta plássið bar við sær, at teir tríggir, sum vóru við í hesi kappingini – Lómur, Rádni og Páll Fangi – tóku seg eitt sindur fram í endaspurtinum. Fjarstøðan var ikki so stór millum fýra teir fremstu, men tað var eingin ivi um, at Tvørabáturin var fyrstur á mál, og at Tvørabáturin harvið er stórfavorittur at vinna FM.
1 | Tvørabáturin | 05:14.23 | ||
2 | Lómur | 05:16.05 | ||
3 | Rádni | 05:17.00 | ||
4 | Páll Fangi | 05:17.17 | ||
5 | Jarnbardur | 05:21.04 | ||
6 | Herningur | 05:23.24 | ||
7 | Hvessingur | 05:25.20 | ||
8 | Gongurólvur | 05:35.10 |
1 | Tvørabáturin | 27 | ||
2 | Páll Fangi | 22 | ||
3 | Rádni | 20 | ||
4 | Lómur | 16 | ||
5 | Jarnbardur | 15 | ||
6 | Hvessingur | 7 | ||
7 | Herningur | 4 | ||
8 | Gongurólvur | 1 | ||
9 | Smyril | 0 |