Táið Sea Shepherd koma higar í summar, eru tey ikki vælkomin á Tvøroyri!
Tvøroyrar Býráð ætlar nevniliga rætt og slætt at boykotta umboðini fyri felagsskapin.
Í hesum sambandi hevur býráðið nú samtykt, at tey, sum koma higar at mótmæla grindadrápi í summar, skulu ikki sleppa at brúka nakrar hentleikar, Tvøroyrar Býráð ræður yvir.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at sostatt sleppa skip og bátar frá Sea Shepherd ikki inn um havnarmerkini hjá Tvøroyrar Havn – og tey eru rættiliga langt úti á Trongisvágsfirði.
Sostatt sleppa tey ikki at bryggju, og sleppa tískil heldur ikki at bunkra olju, ella at taka vatn á Tvøroyri.
Samstundis skulu skip og bátar, sum koma inn á fjørðin yvirhøvur, boða frá tí minst 24 tímar frammanundan.
- Vit vilja ikki hava skjóttgangandi bátar, ella aðrar bátar frá Sea Shepherd at liggja og stima aftur og fram á fjørðinum, sigur borgarstjórin.
Men forboðið hjá Tvøroyrar Býráð, rakar ikki bara bátar og skip.
- Í hesi samtyktini liggur eisini, at fólkini frá Sea Shepherd, sleppa ikki at brúka almenn wc, ella almennu brúsurnar í kommununi. Tey sleppa heldur ikki at seta bilar, vognar ella húsvognar á parkeringspláss hjá kommununi, tey sleppa ikki at svimja í svimjihylinum, ella at brúka nakrar aðrar hentleikar, kommunan varar av, sigur borgarstjórin.
Kristin Michelsen sigur, at hetta verður gjørt fyri at forða teimum í at føra seg soleiðis fram, sum tey gjørdu í alt seinasta summar, har tey vóru rættiliga sjónlig í býarmyndini.
Men hann leggur afturat, hvørja vælvild privatfólk á Tvøroyri vísa Sea Shepherd, verður eitt mál ímillum tey og fremmandafólkið.