Týskt verður lærugrein í 7. flokki

Stendur tað til arbeiðsbólkin, sum hevur gjørt tilmæli um fremmandamálini í skúlaverkinum í Føroyum, fáa næmingar tveir tímar í týskum í 7. flokki.

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á netinum.

 

Uppskotið hjá arbeiðsbólkinum er, at týskt verður lærugrein í 7. flokki við tveimum tímum um vikuna. Tímar verða fluttir í skipanini, soleiðis at samlaða tímatalið í týskum og samlaða tímatalið í 7. flokki verða óbroytt. Næmingarnir í fólkaskúlanum læra danskt frá 3. flokki og enskt frá 4. flokki. Grundgevingin at flyta týskt niður í 7. flokk, er, at arbeiðsbólkurin metir tað er óheppið, at ov long tíð gongur, til teir læra næsta fremmandamál ella einki nýtt mál læra yvirhøvur eftir 4. flokk. Hóskandi hevði verið at lært eitt nýtt fremmandamál í 7. flokki fyri at halda førleikan at ogna sær mál við líka, stendur at lesa í uppritinum frá arbeiðsbólkinum.

 

Tilmælini, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt, fevna um fýra høvuðsøki:

 

* Tíma- og lærugreinabýti

* Námsætlanir

* Undirvísingartilfar og læraraførleikar

* Gransking og útbúgving

 

Verða broytingarnar framdar, skulu tillagingar gerast í fólkaskúlalógini, stendur millum annað í greinini á skulabladid.fo.

 

Greinin sæst í fullari longd her:

 

Týskt verður lærugrein í 7. flokki (lararafelag.fo)