Tykkin og fátækur

Frits Johannesen

Nú um dagarnar frættist av tí danska politiska leikpallinum, at danskir politiskir flokkar vildu hava, at grønlendingar, sum fingu sosialan peningaligan styrk, skuldu læra seg betur danskt mál og vera tøkir á arbeiðsmarknaðinum. Gjørdu teir ikki tað, mistu teir hesi rættindi.
Tað rann mær til hugs, tá ið grønlendsk børn vóru flutt heimanífrá í fimmti árunum til Danmarkar at búgva fyri at verða ald upp í donskum máli og danskari mentan. Vit kundu eisini sagt, at læra tey evropeiska ella norðurlendska mentan. Hugsi, at danir meintu tað væl, men tað hevði verið illa vorðið um nú t. d. donsk ella føroysk børn vóru tikin heiman og sett út t. d. á onkran stovn í Lombardínum ella á Balkan fyri at búgva tey betur út til hetta jarðiska lívið.
Hetta hevur ofta verið tikið fram sum ein slagsíða í donskum grønlandspolitikki. Meg minnist fyri mongum árum síðani eina sending í danska útvarpinum DR um evnið. Tað vildi so illa til hjá fleiri av hesum stakkals børnum, at tá ið ein tí var farin, høvdu tey gloymt sítt egna móðirmál og dugdu illa danskt mál. Tey blivu málloysingar. Sjálvandi vóru tað tey, sum komu væl undan; men sum tikið verður til, tá ið fátækadømi nýtir: »Ilt er at vera bæði tykkin og fátækur«. Hugsandi er, at tað eisini er galdandi, tá ið mentanarloysi gevur seg til kennar í málinum. Tá er tú eisini bæði tykkin og fátækur.
Hetta kravið, sum politiskir flokkar krevja av grønlendingum, búsitandi í Danmark, líkist eitt sindur tí, sum Robert Mogabe setir fæloysingunum í Zimbabwe. _ Burtur við teimum ognarleysu! Tey skulu ikki sita við Storkagosbrunnin og sutla øl í seg dag um dag og vera eitt lýti í tí danska høvuðsstaðnum. Nei, nú skal høgra politikkurin standa sína roynd. Nú skal sami andin, sum er í tí danska fólkaflokkinum við Piu Kjærsgaard á odda, í holdið hjá tí danska javnaðarflokkinum við Helle T. Smith sum »galiónsfiguri«! Anders Fogh og Bent Bendsen eru farnir í politisku songina hjá Piu Kjærgaards tíðum. Nú skal politiska rákið ganga út yvir myrkhærdar, døkkar grønlendingar, sum eru endaðir við henda gosbrunn, og kanska er tað so »vordið«, at onkur teirra var tikin heimanífrá í góðari meining og settur út, men kláraði ikki sína ódn at ganga og merkja nú koyrilin frá politiska rákinum á sínum egna kroppi. »Jú, ilt er at vera bæði tykkin og fátækur«.