Týr og Kaleo á Frigg

Norðuratlantiska tónleikastevnan í Keypmannahavn hevur fingið tvey nøvn afturat á skránna

 

Nú er greitt, at Týr úr Føroyum og Kaleo úr Íslandi verða tveir av bólkunum, sum vera at hoyra á Norðuratlantisku tónleikastevnuni, Frigg,  sum verður í Keypmannahavn tann 9. og 10. mai.

 

Týr er ein av størstu bólkunum í føroyskari tónleikasøgu, sum eisini hava vunnið sær ein trúgvan, altjóða fjepparaskara.

 

Hinvegin er Kaleo, sum myndin er av, ein nyggjur íslendski bólkur, sum hevur vakt ans seinastu tíðina

 

- Teirra heimabryggj av frígjørdum poppi og ósmædnum rock n' roll tónleiki, er rættiliga øðrvísi enn alt annað, sum goysir upp úr íslendskum jørðildi, siga tey, sum fyrireika Frigg og summi meta, at hetta verður næsti íslendski bólkurin, sum fer at gera vart við seg uttanlands.

 

Onnur, sum fara at framføra, eru føroysku rappararnir Swangah og danski bólkurin, Dangers Of The Sea, sum var í november var í uppskoti til tríggjar Gaffa virðislønir.

 

Afturat hesum bólkunum hevur Frigg áður boðað frá, at onnur, sum fara at syngja og spæla, eru Eivør, Páll Finnur Páll, Byrta, Hjálmar og Nanook, men sum frálíður fer at leggjast afturat skránni og tilsamans verða eini 25 bólkar og einstaklingar at syngja og spæla.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ovast, er fæst eitt dømi um, hvussu Kaleo ljóða..