Tyrlan var eftir monnunum í Miðvágsurð

Menninir, sum vóru veðurfastir í Miðvágsurð sunnukvøldið, vóru bjargaðir við tryluni hjá Atlantsflog gjáramorgunin klokkan 9.45.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at teir høvdu tað eftir umstøðunum gott, hóast kanska kaldir og vátir. 

Tað var sunnukvøldið, at teir vóru eftir seyði í Miðvágsur. Meðan menninir vóru á landi, kom so nógvur uppgangur, at teir sluppu ikki aftur í bátarnar.

Miðvágsurði er millum Víkar og Slættanes, og har slepst ikki upp. 

Av tí at tyrlan heldur ikki slapp eftir monnunum, so varð avgjørt, at teir skuldu vera har um náttina. Bjargingarbáturin fekk teimum forsýningar í land, so sum heit klæði, mat og kaffi. 

Í gjáramorgunin klokkan 9:45 var tyrlan hjá Atlantsflog eftir teimum.