Tyrlan við í venjing

Tyrlan hjá Atlantic Airways hevur verið við í bjargingarroynd í Havnardali hósdagin seinnapart

 

Tað er umráðandi at vera tilreiðar, tá vanlukkan er hend. Tí verður av og á skipað fyri bjargingarroynd, har bjargingarfólk sleppa at royna seg í vanlukkustøðu. Hósdagin varð skipað fyri bjargingarroynd í Havnadali, har fleiri ymiskir bólkar luttóku.


Har vóru ambulansufólk og portørar, sløkkiliðsmenn og løgreglufólk við í venjingini.


Í hesum sambandi hava tey eisini fingið tyrluna við í venjingina, og hon setti seg tí fleiri ferðir við Landssjúkrahúsið.


Myndin varð tikin hósdagin seinnapart, tá tyrlan dúgliga sveimaði yvir Havnini og órógvaði okkum friðin.