Í mong ár hava føroyingar verið við til at manna bæði fiski- og handilsflotar kring heimin og kann sigast, at Føroyar við hesum hava fingið eitt stórt “know how” innan sjóøkið. Føroyingar eru kendir fyri sín dugnaskap og trúðskap, og tí finna vit eisini føroyingar á mangari skipabrúgv úti í heimi.
Men tað eru eisini aðrar vinnur, har føroyingar eru farnir at gera um seg. Ein teirra er flogvinna, sum av góðum grundum ikki er eins gomul sum sjóvinnan. Kortini hevur henda lutvíst nýggja vinna uppalt mangan føroyskan flogskipara og flúgva hesir í dag ikki bara í Føroyum, men mest sum alla staðni á knøttinum, um í minni málistokki enn innan sigling. Í dag flúgva føroyskir tyrluskiparar, umframt í Føroyum, eisini í Danmark, Noregi, Finlandi, Grønlandi, Miðeystri, Afrika, Canada, USA og helst aðrastaðni við. Primert verður nokk flogið innan frálandavinnuna, men tó so, so eru fleiri vinnur, ið líkjast teimum í Føroyum.
Tráða eftir tí ókenda
Hvat tað er, ið fær føroyingar at leita uttanlands er ikki altíð so lætt at greiða frá. Vit hava sett klaksvíkinginum Fróða Waag, tyrluskipara henda spurning. Hann sigur, at ein orsøkin er ein tráðan eftir tí ókenda, ella eftir at uppliva nakað øðrvísi og nýtt. Tó at tú í Føroyum hevur eitt sera varierað arbeiðsumráði, ið tú nokk ikki finnur manga staðni í heiminum, tvs. at somu pilotar oftani flúgva alt frá SAR (leiting og bjarging), HEMS, (sjúkraflutning), sling, rutuflúgving, charter og Off-shore, so er umráðið kortini avmarkað reint geografiskt. Hetta kann tí, saman við tí sannroynd at vit altíð tráða eftir at síggja, hvussu onnur avgreiða somu uppgávur, føra við sær, at tyrluskiparar leita út í onnur lond at nema sær royndir. Um ikki annað í eitt stytri ella longri tíðarskeið.
Fróði Waag sigur, at hann sjálvur hevur fingið møguleikan at gera hetta, tá hann í 2008, gjøgnum farloyvi, var í Qatar í Miðeystri, har hann fekk eina hilling av, hvussu ein frálandavinna við 40 flúgvingum um dagin fungerar reint operationelt.
– Sjálvt um vit heima halda okkum duga okkara ting, minst líka so gott sum nakar annar, so er tað ein sannroynd, at vit altíð kunna gera tingini betri. Og her koma tílíkar uttanlandsroyndir væl við. Nakað annað er so, at hitt felagið jú eisini fær nakað burturúr, við tað at vit jú eisini ”bidraga” við okkara ”visión” um, hvussu tingini áttu at verið gjørd.
Bel Air Aviation
Á várið í 2010 gjørdi Fróði av, at hann aftur vildi út um landoddarnar at arbeiða. Hesa ferðina gekk leiðin til Danmarkar, har hann fekk arbeiði hjá Bel Air Aviation. Sum áður, so legði hann seg eftir at síggja, hvussu flúgving innan frálandavinnuna gekk fyri seg. Hesuferð í Norðsjónum, ið er nakað øðrvísi enn Perseraflógvin. Hann fekk samband við Bel Air gjøgnum fyrrverandi starvsfelaga sín, Hans Erik Jakobsen, ið eisini arbeiddi hjá áðurnevnda felag.
Bel Air hevði um tað mundið útvegað sær eina Agusta Westland 139 tyrlu, av sama slag sum ta tyrluna Atlantsflog átti men sum varð seld til eitt týskt felag. Hendan tyrlan sigst verða framtíðin innan frálandaflúgving, tí hon, umframt at vera sera rúmlig og skjót, eisini hevur sera góða motororku og tískil orkar sera væl. Hon er framvegis nýggj í tyrluhøpi, men longu nú sær man flestu feløg í heiminum innan frálandavinnuna vísa AW139 stórsta áhuga.
Í dag arbeiða fýra føroyingar hjá Bel Air Aviation. Teir eru Hans Erik Jakobsen, skipari, Head of Training og flogovasti, Hans Heri Jacobsen, skipari, Villads Bøgesvang, skipari og Fróði Waag, stýrimaður.
Tað eru ymiskir sáttmálar innan frálandavinnuna í Norðsjónum. Onkrir sáttmálar eru at flyta fólk av landi út á boripallar, meðan aðrir innibera at flyta fólk millum pallarnar. Arbeiðið hjá føroyingunum í Bel Air hevur fyri tað mesta verið umfatað av hesum seinna, men hava teir júst fingið ein triðja sáttmála, sum eisini fevnir um dagliga flúgving úr Esbjerg.
Ein vanlig vakt
Fróði Waag greiðir her frá, hvussu ein vanlig vakt hjá føroysku tyrlumonnunum sær út: -Vit flúgva týsdag seinnapart úr Esbjerg út á Gorm feltið í Norðsjónum. Hetta liggur uml. 150 fjórðingar úr Esbjerg. Vit hava ein vanligan dag 12 ferðandi við okkum út. Komnir út á feltið, ”shuttla” vit so millum einar 5 til 10 pallar, har fólk fara av og koma umborð. Næstu vikuna búleikast vit so umborð á einum av pallunum á Gormfeltinum. Av tí at nógv fólk ”búgva” á einum palli og arbeiða á einum øðrum, hevur tað við sær ein stóran tørv at flyta fólk millum hesar pallar. Eisini útbúðnaður, ið hevur skund, verður fluttur.
Vit flúgva 3 til 4 tímar hvønn dag í 7 dagar, og venda síðani nøsina aftur móti Esbjerg, har vaktarskifti er. Flúgvingin í Norðsjónum er avgjørt ein avbjóðing til tíðir. Norðsjógvurin bjóðar ikki altíð uppá besta veðrið, serliga á hávetri, har so at siga øll flúgving er myrkaflúgving.
Ein annar sáttmáli, Bel Air hevur fingið, er flúgving í Eystursjónum. Talan er eisini her um frálandaflúgving. Tó snýr hendan flúgvingin seg um manningarskifti til eitt risastórt rørleggingarskip. Fyri at nøkta orkutørvin, keypa londini í Europa á hvørjum ári stórar nøgdir av gassi úr Ruslandi. Men ikki hevur altíð verið líka lætt at fingið fatur á hesum gassinum, tá russar onkuntíð hava hótt við at skrúva fyri, orsakað av væntandi gjaldføri frá onkrum av londunum á vegnum. Hetta tykist nú ein loysn at síggjast á. Fyri at útvega eina beinleiðis veiting, er avgjørt at leggja eina gassleiðing úr Ruslandi niður gjøgnum Eystursjógvin til Týskland. Arbeiðið hevur vakt til mikla umrøðu og hevur verið høgt uppi at venda politiskt. Men ein sannroynd er, at heimsins stórsta rørleggingarskip ”Solitaire” í oktober kom í finskan sjógv áleiðis úr russiskum sjógvi.
Tá skipið leypandi skal skifta ein part av manningini út, tí ikki ber til at fara í havn uttan víðari, fekk Bel Air uppgávuna. Onnur tyrlan hjá Bel Air varð leasað inn úr Hollandi og flýgur í dag frá Helsinki til Solitaire, sum fyri tíðina liggur stutt úr landi. Men túrarnir gerast nú longri og longri, so hvørt sum skipið flytir seg niður gjøgnum Eystursjógvin. Skipið liggur nú uml. 100 fjórðingar ella 45 min. úr Helsinki.
Klárir til føroyska oljuvinnu
Bel Air Aviation hevur sum sagt í dag tvær tyrlur, meðan tann triðja er á veg. Triðja tyrlan er júst komin, meðan felagið bíðar eftir, at fjórða AW139 tyrlan verður leverað. Hetta sigur so mikið at arbeitt verður alla tíðina við at útvega nýggjar sáttmálar. Og her hevur tað víst seg, at AW139 tyrlan saman við royndum og ikki minst fleksiblum starvsfólki, hevur givið felagnum ein góðan byr.
Fróði Waag vísir á, at hetta er ikki fyrstu ferð, at nógvir føroyingar arbeiða saman uttanlanda. Í 2008 flugu heilir 5 føroyskir tyrluskiparar hjá Qatarska felagnum Gulf Helicopters, har onkur teirra framvegis starvast. Føroyingar eru sostatt at finna innan næstan allar vinnur, nógva staðni í heiminum og hava flogið við so at siga øllum avbjóðingum. Frá oyðimarkarumráðum í Miðeystri til kavakløddu firðirnar í Grønlandi. Føroyingar eiga tí allan kunnleikan til eina møguliga komandi frálandavinnu í Føroyum, skuldi hetta blivið veruleiki í nærmastu framtíð heldur Fróði Waag.
- Men so leingi vit ikki hava funnið kolvetni í føroysku undirgrundini er tað ein gyltur møguleiki, at føroyingar framhaldandi kunnu nema sær neyðuga førleikan uttanlanda, bæði innan flúgvingina sjálva, og ikki minst innan aktuellu typurnar, ið nýttar verða. Skuldi tað hent, at kolvetni verður funnið í føroysku undirgrundini, ivist eg onga løtu í, at vit eiga væl kvalificerað fólk, ið ført er fyri at lyfta uppgávuna.