Týsdagin turrasti dagurin

Turt týsdagin, ælaveður hinar dagarnar

Petur Skeel veðurfrøðingur sigur, at tað verður skiftandi veður hesa vikuna.

 

TRÝST Á PÍLIN undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini.

 

Týsdagin verður turrasti dagurin hesa vikuna, meðan regn kann væntast allar hinar dagarnar.

 

Vindurin veksur sum vikan líður. Mánadagin verður lot av landsynningi, týsdagin fleyr til gul av vestri upp í stívt andøvsgul av útsynningi, mikudagin gul til stívt andøvsgul av suðri og hósdagin lot til andøvsgul av suðri.

 

Hitin alla vikuna verður millum 9 og 14 stig.