Ein stórsamgonga millum “demo­kratisku” flokk­ar­nar er so­statt ein møguleiki, tó at Scholz tá við ringum tannabiti noyðist at geva kansl­ar­a­em­bæt­ið frá sær og krúna Merz til kanslara. Hetta kann vísa seg at gerast einasti møg­u­leiki at halda “demo­kratiskt iva­sama” AfD frá valdinum. Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix

Týska valið ávirkar fólkaræðisligu kósina í Europa

Ríkisdagsval (Bund­es­tagswahl) verður í Týsklandi í morgin 23. februar 2025. Hetta verð­ur eitt sera spenn­andi val, ið kann fara at um­broyta pol­itiska landslagið í Týsk­landi full­kom­i­liga - og eisini fáa stóra á­virk­an á Europa/ES.

Ein stórsamgonga millum “demo­kratisku” flokk­ar­nar er so­statt ein møguleiki, tó at Scholz tá við ringum tannabiti noyðist at geva kansl­ar­a­em­bæt­ið frá sær og krúna Merz til kanslara. Hetta kann vísa seg at gerast einasti møg­u­leiki at halda “demo­kratiskt iva­sama” AfD frá valdinum. Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix

Tíðargrein í Sosialinum 14. februar:

 

Valið varð út­loyst av, at liberali FDP í nov­emb­er tók seg úr sam­gonguni við sos­i­al­demo­­krat­iska SPD og og grøna flokk­in Grüne.

 

Hetta hev­ur tó ikki hjálpt FDP, tí í flestu velj­­a­­ra­kann­ing­um síð­­ani hetta er FDP ikki slopp­­in upp um valgáttina. Í stað­in er tað CDU, ið stendur til at fáa eitt sera gott val, m.a. vegna eina høgr­a­snaring og fríggjarí við høgra­pop­u­listiska AfD eftir ó­tesp­i­ligt knívdráp í barnagarði í Asc­haff­enburg og bilákoyring á jóla­markn­að í Magdeburg - um­framt fleiri onnur álop framd av tilflytarum. “Genug ist Gen­ug!” ljóða slagorðini. Henda høgr­a­snar­ing hevur tó ført við sær, at bay­ern­ski systurflokkurin CSU, ið van­liga altíð er í greipu saman við CDU, hevur luftað tankan um at sam­starva við SPD eftir komandi val.

 

Tað er sera áhugavert í hvønn mun CDU-leiðarin Friedrich Merz ætlar at byggja eina nýggja sam­­gongu á stuðul frá AfD, ella um talan heldur verður um eina sam­gongu við SPD og/ella Grün­e. Alt hetta veldst eisini um parl­a­ment­ar­iska býtið eftir valið. Í velj­ar­a­kanningum standa CDU/CSU til at fáa uml. 30% av at­kvøð­u­num og AfD uml. 20% av at­kvøð­u­num. Hetta er í sjálvum sær nóg mikið til eina høgravenda meir­i­lut­a­sam­gongu. SPD stendur til at fáa uml. 15% av atkvøðunum, eins og Grüne. Ein stórsamgonga millum “demo­kratisku” flokkarnar er so­statt ein møguleiki, tó at Scholz tá við ringum tannabiti noyðist at geva kanslaraembætið frá sær og krúna Merz til kanslara. Hetta kann vísa seg at gerast einasti møg­u­leiki at halda “demokratiskt iva­sama” AfD frá valdinum.

 

##med2##

 

Váði fyri stórum atkvøðuspilli

 

Og tó. Har eru tríggir aðrir flokk­ar, ið liggja á markinum at sleppa inn í Ríkisdagin. Gáttin í Týsk­landi er á heili 5%, so um all­ir hesir tríggir flokkar fella, detta 15% av atkvøðunum burt­ur. Har­um­framt detta 5% av at­kvøð­u­num til “onn­ur” við fullari vissu burt­ur. Sostatt koma 20% av at­kvøð­u­num potentielt at standa uttan um­boð­an, og spillið fellur teimum størstu flokkunum til lut. Tvs. at í veru­l­eikanum kann CDU fáa nærri 35-40% av tinglimunum og bæði SPD og Grüne nærri 20% av tinglimunum. Sostatt er ikki ó­sann­líkt, at CDU kann gera sam­gongu við antin SPD ella Grüne - um tað politiskt ber á mál, væl at merkja.

 

Liberali FDP liggur sum nevnt illa fyri í veljarakaningunum og stend­ur til at snáva. Sosialistiski Linke liggur eisini á markinum, men stend­ur til at klára tað. Vinstr­a­pop­u­list­iski BSW sá leingi út til at sleppa á ting, men stend­ur í skrivandi stund til at snáva. Leiðarin hjá BSW er Sahra Wag­en­knecht, ið er útbrótari úr Linke, og henn­ara uppstilling kann tí føra við sær, at næstan 10% av vinstr­a­hall­astu atkvøðunum fara til spill­is, um bæði BSW og Linke snáva. Alt hetta byggir sjálvandi á velj­ar­a­kanningar, og nógv kann broyt­ast fram til valið. Linke hevur tó havt viðrák í seinastuni.

 

Umframt alt hetta vísa kann­ing­ar, at millum 20% og 25% av týsk­u­m veljarum ivast í, hvar teir skulu seta krossin. Vit mugu stað­festa, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt.

 

Týskland snarar til høgru

 

Undir øllum umstøðum snarar Týskland greitt til høgru - m.a við hjálp frá amerikanska tech-bill­i­­ón­ing­inum Elon Musk, ið hev­ur rik­ið fyri AfD. Verandi mið-vinstra-samgonga hevur klárað seg sera illa, og spurningurin er tí um Týsk­land fær eina høgra-sam­gon­gu ella eina mið-samgongu - sonevnda “Große Koalition”, eins og vit sóu undir Merkel. Trup­ul­leik­in er bert, at kemi­in millum Merz og Scholz er úss­a­lig. Í kjaki fyrr í vikuni ákærdi Merz Scholz fyri “Re­ali­tätsferne”, t.vs. fyri at vera veru­leika­fjarur bæði við­víkj­andi tilflyting og vinn­u­pol­i­tikki.         

 

Men í síðsta enda er størsta tem­a­ið í Týsklandi fram­gong­din hjá høgr­a­pop­u­list­iska AfD, ið verð­ur ­á­­kærdur fyri at hava anti-dem­o­­krat­iskar ætl­anir. Hóast AfD-velj­­arar sjálvandi vilja siga, at popu­lism­­an júst ynskir at geva fólk­­­i­num meiri á­virk­an, eru nógv ótt­a­­full um, at pop­u­lism­an í grundini er anti-de­mo­kra­tisk. Man kann siga, at AfD er hug­sjón­ar­liga í fam­­ilju við am­er­i­kanska for­set­an Trump, ið sig­ur seg vilja hjálpa vanliga fólk­i­num, men í verki vil tæna teim­um ríkastu vinn­u­lívs­fólk­u­num.

 

Soleiðis er po­p­u­lism­an ofta eitt skálk­a­skjól, ið si­gur seg vilja hjálpa teim­­um veik­astu, men í ver­­u­­­leik­a­num vil tað øvuta. Popu­­­lism­an vil ofta brúka “synd­­­a­bukk­ar”, t.d. “ólógligar til­flyt­arar”, “djúpa statin”, “liberalu elit­una”, “die Lüg­­e­n­presse” o. s. fr. sum ein hátt at vinna velj­arar,­ men vil í grund­ini bara seta seg á statin, miðl­ar­nar o.s.fr. Sum vera man av­sann­ar AfD alt hetta og sigur seg júst vera garant fyri fólk­a­ræð­inum, ið sambært teim­um er und­ir­grivið og sið­spilt av ráðandi “elit­u­­flok­k­unum”.

 

##med3##

 

Populistiska spøk­il­sið herjar kring Europa

 

Populistiska rák­ið ger seg ikki bert gald­andi í Týsk­landi, men kring tað mesta av Europa, ja tað mesta av Vest­ur­heim­i­num. Man kundi um­­skrivað inn­gangs­orð­ini hjá Marx/Engels í Komm­un­ist­iska Mani­fest­i­num: “Ein Ge­s­penst geht um in Eu­­r­opa – das Ge­spenst des Po­p­u­lism­us.” Eitt spøk­il­si herjar kring Europa - pop­u­lism­unn­ar spøk­ilsi. Man kann siga, at pop­u­­­lism­an hevur nakað sama leik­lut sum kommunisman á sinni - ein vant­rúgv á liberala fól­k­a­ræðið og ein trúgv á eitt aut­o­r­i­tert stýri, ið kann gera tjóðina stóra aftur.

 

Kveiktir av amerikanska MAGA hava europeiskir pop­u­list­ar gjørt eina rørslu, ið nevnist MEGA: "Make Europe Great Ag­ain". Tey hava eisini keppar, tó blá­ar held­ur enn reyðar, og heldur enn pop­­u­l­ist­ar ella nationalistar kalla tey seg nú patriotar - eins og í USA.

 

Tað er kanska bert ein spurn­ingur um tíð, áðrenn verju­garð­ar­nir ímóti populismuni av álvara brotna og populistarnir sleppa í sam­gongu í stórum europeiskum lond­um sum Týsklandi og Frank­a­ríki. Longu nú situr Meloni við ræð­ið í Italia, so tað er als ikki ó­sann­líkt, at Europa - og ES - kann verða stýrt av populistum í fram­tíð­ini.

 

Og orsøkin er sjálvandi, at sit­andi flokkar hava svikið fólkið so dygg­i­liga - og sova framhaldandi í tím­an­um. Trupulleikin er bara - og tað kann ikki sigast nóg týð­i­liga - at nógv­ir populistiskir flokk­ar eru minst líka svikafullir. Teir vilja brúka fólksins stúran at vinna vald­­ið - fyri síðani at venda tei­m­­um bakið. (Tað finn­ast tó eisi­ni populistar, ið ver­u­liga vilja fólki­num tað væl, treyð­ugt so.)

 

Torir CDU í samgongu við AfD?

 

Týskir veljarar eru sum vera man iva­sam­ir. Skulu teir tora at velja prote­st­flokkin AfD, tí kann úrs­­lit­ið tá verða, at AfD ver­u­liga fær vald saman við CDU? Nógvir AfD-velj­­ar­­ar vilja í grundini ikki AfD, men vilja gjarna kløkka aðrar flokk­­ar til at snara til høgru: “kós fram um nánd” (retn­ing over nær­hed), sum á­støð­ið sig­ur.

 

Sigast má, at Merz longu er vorð­­in kløkkaður til høgru, men spurn­­ing­urin er so, um hann eis­ini verður freistaður til høgr­a­sam­gongu við AfD - við møg­u­leikanum at enda í søgubókunum sum “ein nýggj­ur Hindenburg”?

 

Í grundini kann Merz verða trýst­­ur til tað, tí Merz og Grüne eru sum olja og vatn, og seinastu dag­­a­r­nar hevur Merz verið sera bondsk­­ur ímóti Scholz kanslara úr SPD. Heilt avgerandi verður, um FDP sleppur á ting, soleiðis at ein klassisk borgarlig samgonga (møguliga) kann gerast veruleiki.

 

Í gøtunum eru í løtuni krav­gong­­ur kring alt Týskland við slag­­orð­um sum "Wir sind die Brand­­mau­er", “Fritze Merz fischt fris­che Faschos”, “Merzähl uns keine Lügen” og “CDU - shame on you!”. Sum vera man verður Hitl­­er-kortið spælt dúgliga við á­vís­ing til at Hitler jú ikki framdi stats­kvett, men varð bor­in til vald­ið av konservativum pol­i­t­ik­­ar­um. Týskarar hava sum vera man sera stóran Nazi-ótta, tó at Elon Musk hevur heitt á týskarar um at gloyma sína fortíð og hyggja fram­eftir.

 

Sambært kanning halda bert 28% av veljarunum, at ein sam­gonga við AfD kann góðtakast, með­­an 66% ikki halda tað. Ein­ans 19% av CDU-veljarum halda, at at ein slík samgonga kann góðtakast, með­an nærum eing­ir SPD- og Grüne-veljarar kunnu góðtaka hetta. (So løgið tað ljóð­ar kunnu 11% av Linke-velj­ar­um góðtaka sam­gongu við AfD; ivaleyst “hesta­skógv-á­støð­ið”, har anti-demo­krat­iskir komm­un­ist­ar og fas­cist­ar finna saman.) Hinvegin vísir tað seg, at bæði CDU og AfD hava havt fram­gongd síðani flokkarnir fóru at sam­­starva í farna mánaði. Tøl­ini í hes­um broti eru frá Deadline við Clem­­ent Kjersgaard 7. februar. Men enn einaferð: nógv kann henda kom­andi vikuna.

 

##med4##

 

Hvat ætlar CDU veruliga?

 

Merz hevur lovað, at hann ikki fer í sam­gongu við AfD. Week­end­avisen siterar hann soleiðis 7. febr­uar: “Eg kann vissa veljararnar í Týs­k­l­andi: Vit vilja ikki samstarva við AfD - ikki áðrenn, ikki eftir, ong­an­tíð nakrantíð.” (mín týðing) Kanska ein løgin útsøgn, tá hann júst hev­ur samstarvað við AfD fyri fá­um vikum síðani?

 

Næstforkvinnan í CDU, Kar­in Prien, avdúkar tó veruligu strat­e­giina í somu grein: “At ignorera AfD ella bara at skíra teir nazistar er ikki loysnin. Tað snýr seg um at við­ur­kenna trup­ul­leik­ar­nar í stað­in fyri at lata sum um teir ikki finn­ast, og síð­­ani at koma við ítøk­i­ligum loysn­um.” Og seinni sig­ur hon: “Eg eri sann­førd um, at bert ein stór­­ur borg­­a­r­lig­ur mið-høgra-flokkur sum CDU - ein li­be­ral­kon­ser­vativ megi - kann vikna høgra­pop­u­lism­una í Týsklandi.”

 

Eg helli eisini til hesa fatan. CDU vil ikki í samgongu við AfD, men royn­ir at draga iva­sam­ar AfD-velj­a­rar til sín, so­leið­is at AfD mink­ar og CDU veks­ur. Men fyr­i­bils sær tað ikki út til at rigga.

 

##med5##

 

 

 

Sámal Matras Kristiansen,

 

samfelagsfrøðingur og týskmæltur

 

Ein stórsamgonga millum “demo­kratisku” flokk­ar­nar er so­statt ein møguleiki, tó at Scholz tá við ringum tannabiti noyðist at geva kansl­ar­a­em­bæt­ið frá sær og krúna Merz til kanslara. Hetta kann vísa seg at gerast einasti møg­u­leiki at halda “demo­kratiskt iva­sama” AfD frá valdinum. Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix

Kanslari Týsklands, Olaf Scholz. Spurningurin er tí um Týsk­land fær eina høgra-sam­gon­gu ella eina mið-samgongu - sonevnda “Große Koalition”, eins og vit sóu frá 2018 til 2021 undir Merkel. Trupulleikin er bert, at kemi­in millum Merz og Scholz er úss­a­lig Mynd: Ronald Wittek/EPA/Ritzau Scanpix

Forkvinnan í AfD, Alice Weidel. Á­huga­vert verður í hvønn mun CDU-leiðarin Friedrich Merz ætlar at byggja eina nýggja sam­­­­gongu á stuðul frá AfD Mynd: Ronald Wittek/EPA/Ritzau Scanpix

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, skrivar