Jákup var ættaður úr Fuglafirði, sonur Linu og Ferdinand.
Jákup og eg vóru grannar barnaárini, spældu nógv saman í einum góðum umhvørvi, haðani eg havi so nógv góð minnir.
Vit búðu Norður á Bakka, ið er omanfyri kaiøkið.
Kaiøkið dróg okkkum smádreingir oman til sín, tí har var lív í, hendi nógv og satt at siga, dugdu vit smádreingir væl at finna uppá. Vit smíðaðu flakar, kastaðuu glúp, so vit høvdu nóg mikið at geva pisunum,ið vit plagdu at hava um summarið.
Luftbrúgvin var har, ið varð nýtt at koyra koli og koksi undir tak, men hana nýttu vit at klúgva í. Tað var ein smádrongur, ið var framúr dugnaligur at klúgva og hevði stálnervar, tað var Jákup. Hann megnaði tað, ið aðrir dreingir ikki megnaðu. Uppaftur týðuligari víst hann, hvussu djarvur og kringur hann var, tað var tá ið vit fóru upp í mastrarnar á skipunum, ið lógu við kai - helst varð tað gjørt, meðan manningarnar vóru í landi. Vit kláraðu at fara upp í vantini, meðan Jákup fór heilt upp í toppin - hann hevði eini serlig evnir og einki nervaði hann og altíð kom hann tryggur niður aftur.
Hugurin hjá Jákupi stóð til sjógvin, og sum heilt ungur fór hann til skips. Eftir eini tíð fór hann á skiparaskúla og varð útbúgvin 24 gamal. Sutt eftir fekk hann møguleikan at royna seg sum skipara.Tað riggaði væl, Jákup gjørdist ein fiskiklógv, ið legði nógv fyri, men ansaði samstundis væl eftir at tað ikki gekk yvir tryggleikan. Tað sum lítli bakkadrongurin vísti á luftbrúnni, kom hann seinni at vísa seg sum ein djarvan, ágrýtnan og skilagóðan skipara, ið skipsmanningin og reiðari róstu upp til skýggja.
Jákup átti eisini aðrar gávur, hann var musikkalskur, spældi gittar og munnharpu og væl lá fyri. Men hann gjørdi lítið burturúr sær sjálvum, hann spældi heima, men at spæla fyri øðrum, legði hann ikki so nógv í.
Jákup flutti til Kvívíkar at búgva, haðani kona hansara Hanna var ættað. Fyri góðum fýra árum síðani doyði Hanna av herviligu sjúkuni krabbamein. Tað tók Jákupi og familjuni dygt.
Hanna og Jákup áttu 4 børn Áki, Lina, Rúna og Jákup Helgi.
Svárt er at missa, Hann, ið øllum valdar, styrkir tykkum í sorgini.
Signar á Brúnni