Týskar rósur til føroyska liðið

Týski U21-landsliðsvenjarin og fyrrverandi stórspælarin, Horst Hrubesh, rósti føroyska liðnum til skýggja eftir avrikið í dag

Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyskir landsliðsspælarar fáa klemm frá venjaranum hjá mótstøðuliðnum. Men tað var tað, sum hendi í dag, tá dysturin millum týska og føroyska U21-landsliðið var av.

 

Týskland vann 3-2, men føroyska avrikið vann mong týsk hjørtu – teirra millum tað hjá týska landsliðsvenjaranum.

 

- Hann kom sjálvandi alt fyri eitt og tók í hondina á mær og Heðini, men síðani gav hann øllum av okkara spælarum eitt klemm, og tað var fantastiskt at síggja, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum er annar av føroysku landsliðsvenjarunum.

 

- Vit prátaðu so eisini saman eftir dystin. Sjálvandi hevði hann tá “ráð” til at vera høviskur, men eg kendi tað veruliga, sum meinti hann tað, tá hann rósti okkara monnum til skýggja. Ikki minst helt hann tað vera flott, at vit støðugt royndu at spæla fótbólt, hóast vit á pappírinum ikki høvdu nakran møguleika, og í hesum sambandi vísti hann á dystirnar, sum teir hava spælt móti Montenegro og Írlandi. Tey liðini parkeraðu seg niðri í brotsteiginum, og har helt hann, at tey kundu lært av okkum, sigur Bill.