Týskland biður Russland steingja fýra konsulát

Týskland hevur biðið Russland um at steingja fýra av fimm konsulátum á týskari jørð.

 

Týskland er nú komið við svarið upp á russisku avmarkingina av týskum starvsfólkum í Russlandi. (Arkivfoto). - Foto: Bernd W''stneck/Ritzau Scanpix

Tað upplýsti eitt týskt stjórnartalsfólk í dag sambært tíðindastovuna AFP.

– Vit hava gjørt av at taka loyvi aftur til raksturin av fýra av fimm russiskum konsulátum í Týsklandi, segði talspersónurin á einum tíðindafundi.

Tað hendir sum svar uppá, at russiska stjórnin hevur gjørt av at avmarkað talið av embætisfólkum og starvsfólkum á týskum stovnum í Russlandi.

Bæði starvsfólk á týskum diplomatiskum missiónum og mentanar- og útbúgvingarstovnum verða rakt. 

Russiska tiltakið var eitt svar upp á týsku útvísingarnar av russiskum sendifólkum í kjalarvørrinum av Russisku innrásini Í Ukraina.

/ritzau/

 

 

 

Týskland er nú komið við svarið upp á russisku avmarkingina av týskum starvsfólkum í Russlandi. (Arkivfoto). - Foto: Bernd W''stneck/Ritzau Scanpix